Leikaratátturin: Martin Tausen

So er næsti leikaratáttur á skránni og í dag hava vit enntá tveir leikarar í brennideplinum. Vit leggja út við stríðsmanninum, Martin Tausen:

Navn: Martin Tausen
Føðiár: 1990
Hædd: 181 cm
Pláss á liðnum: Defensivur miðvallari
Lið umboðaði:
VB/sumba, FC.Suduroy, TB

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein? 
Mær hevur altíð dámt gott fótbolt, so tí valdi eg fótbolt.

Tú byrjaði sum smádrongur við TB, seinni fórst tú til VB/Sumba – FCS, men kom so aftur til TB, hvussu bar tað til? 
eg fór til VB/sumba tí eg flutti til Vágs at ganga í skúla, og so lá ikki so væl fyri hjá mær at trena vid TB og allir mínir klassakammeratar úr vági spældi VB/sumba. Tí valdi eg at skifta felag til Vágs… men so fyri 2 árum síðani flutti eg aftur til TB . TB vísti mær stóran áhuga og so valdi eg at skifta aftur til TB. Mær hevur altíð dámt sera væl TB, so tað var ein løtt avgerð hjá mær at taka, tá eg flutti til TB aftur.

Nú er stutt síðan tit byrjaðu at venja av álvara aftur, hvussu styrkismetur tú hópin og hvat er veikleikin hjá liðnum?
Hópurin er breiður og ein góð manning av ungum og eldri monnum, so hópurin er sera sterkur í ár… vit hava ongan veikleika í ár

Metir tú tað hava týdning, at TB hevur fingið Einherjar at stuðla sær til dystir bæði úti og heima?
Einherjar hava sera stóran týdning fyri okkum, teir hjálpa okkum til hvønn dyst og eg hopi at teir vera lika raskir í ár sum í fjør.

Er tað nakað serligt við Einherjum, ið tú vilt nevna?
Teir stuðla okkum altíð, sjálvt tá tað ikki gongur nakað serligt…

Heldur tú, at vit skjótt fara at síggja ein TB-leikara á landsliðnum, og um ja, hvør verður hann so?
Rógvi Joensen verður skjótt á landsliðnum og so hava vit einar 3-4 mans sum hava uppiborið eitt pláss á U21 landslidinum.

Hvør verður toppskorari hjá TB í ár?
Pól Ingason verður toppskorari.

Besti leikari í TB?
Besti leikari verður Eirikur Magnusarson.

Hvørjum plássi á stigatalvuni fara tit eftir í ár?
Vit fara út fyri at vinna hvønn dyst, so fáa vit at síggja hvussu langt tad røkkur…

Besta uppliving sum leikari í TB:
Tá vit flutti upp við Margáir.

Besta mál hjá tær sjálvum:
Besta mál var í fjørð í vági móti FC Suðuroy.

Besti leikari í TB nakrantíð:
Òli.(Johannesen- red.)

Fakta um Martin Tausen frá Faroesoccer:
http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=M&gender&_&playerID=2190

Scroll to Top