Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Leikaratátturin: Óli Johannesen

| 01/03/13

Leikarin í dag er ongin mætari enn Óli Johannesen, verjukempan og aldursforsetin á TB-liðnum.
Óli debuteraði á besta liðnum hjá TB í 1988 í einum dysti móti B36(sum Óli seinni kom at spæla við) , ið TB vann 1-0 og er enn á besta liðnum í dag, næstan 25 ár aftaná.

At Óli hevur verið við leingi, ber liðuppstillingin henda dagin vitni um:

Per Strøm (M)
Torfinn Mortensen
Óli Johannesen 70′
Pól F. Joensen
Niels Gunnar Petersen
Magni Petersen
John Rødgaard
Birgir Dimon
Oluf Mortensen
Kári Niclasen (L)
J. Petur Olgarson
Ásmund Nolsøe 70′

Óli hevur spælt í AGF og Hvidovre í Danmark. Hann hevur veirð føroyameistari við B36 og hann hevur landsliðsmetið fyri flest spældar dystir. Tað er tí ikki ein og hvør vit hava við at gera. Hóast hann hevur verið víða, so er og hevur hann altíð verið TB-ari um ein háls.Spurdur av miðlunum um hvat størsta løta sum landsliðsleikari var, svaraði Óli, at tað var tá hann fekk eina troyggju signeraða av øllum TB-áskoðarunum, ið vóru komnir at síggja hann spæla fyri Føroyar ímóti Wales! Eitt gløðandi TB-hjarta sum fá onnur!

Óli hevði, hóast mong høvdu avskrivað hann sum “ov gamlan”, ein avgerandi leiklut í at TB varð verandi í bestu deildini í fjørð og lítið er at ivast í, at hetta kanska størsta navn í TB síðan Henrik Thomsen, eisini fær tað í ár! Vit takka Óla fyri at hann tekur enn eitt tørn!

Navn: Óli Johannesen
Føðiár: 1972
Hædd: 187 cm
Pláss á liðnum: Verja
Lið umboðaði: TB, B36, AGF, Hvidovre

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein?

Havi spælt bólt so leingi eg kann minnast, beiggi mín hevur nokk “smittad” meg, tá vit vóru yngri

Tú hevur verið víða sum fótbóltsleikari, hvussu ber tað til at tú heldur fram?

So leingi eg havi tað stuttligt vid at spæla fótbólt, so spæli eg (á onkrum støði).

Tú hevur verið við á nógvum TB-liðum, hvussu vilt tú styrkismeta hetta TB-liðið?

Hetta er eitt av teimum heilt gódu, serliga glediligt at so nógvir godir ungir leikarar eru í senn. So er bara hjá TB at taka sær gott av teimum.

Nú nærkast kappingarbyrjan. Hvussu er menn fyri ?

Menn eru væl fyri og sera spentir, nú vilja vit bara sleppa í gongd

Menn tosa um, at venjingin er fysiskt knallhørð í ár, er tað nakað tú kanst vátta?

Ja, tad passar, men at grundkonditiónin er í ordan, hevur avgerandi týdning fyri avrikini, so tad er bara heilt fínt. Annars kann eg siga, at einhvør venjing er knallhørd fyri menn á mínum aldri…

Metir tú tað hava týdning, at TB hevur fingið Einherjar at stuðla sær til dystir bæði úti og heima?

Tad var fantastiskt, sum tey studladu í fjør – tey vunnu okkum fleiri stig.

Er tað nakað serligt við Einherjum, ið tú vilt nevna?

Studulin var 100 % bædi tá tad gekk gott og tá tad gekk minni gott. Tad var sera gott at vita, og fekk okkum at geva okkum enn meira. Vóni studulin verdur líka gódur í ár

Umstøðurnar kring nýggja vøllin, metir tú at tær fara at hava nakran týdning fyri avrikini á sjálvum vøllinum?

Ja. heilt vist. Ikki fyrr enn nú vit eru um at hava bestu umstødur i landinum, síggja vit hvussu vánaligar umstødurnar í veruleikanum vóru blivnar á Sevmýri

Met um framtíðarútlitini hjá TB sum savnandi felag og um komandi avrik.

Onki at ivast í at TB savnar býin, tá/um rætt verdur atborid, og tá kunnu avrikini bara blíva gód.

Heldur tú, at vit skjótt fara at síggja ein TB-leikara á landsliðnum, og um ja, hvør verður hann so?

Rógvi

Hvør verður toppskorari hjá TB í ár? 

Poul

Besti leikari í TB? 

Rógvi

Besti leikari í deildini? 

Gilli

Hvørjum plássi á stigatalvuni fara tit eftir í ár? 

Betri enn í fjør

Stuttligasta uppliving sum leikari í TB:

Altíd líka stuttligt at gera tunnel vid teir ungu

Størsta uppliving sum fótbóltsleikari:

At sleppa at spæla vid landslidnum móti heimstjørnum sum Zidane, Van Nistelroy, Zlatan, o.ø.

Besta uppliving sum leikari í TB:

At sleppa at vera partur av álopsduo saman vid Henrik

Besta mál hjá tær sjálvum:

Uha, nógv eru at velja ímillum nei tvætl. Ein heilfluktari eftir hornaspark sum fór í handara málhorn móti Royn (haldi eg) á Sevmýri einaferd var nokk so gott.

Besti leikari í TB nakrantíð:

Henrik

Ynski fyri 2013:

At allir TB-arar kunnu gledast saman um at tad gekk enn betur enn í fjør

Viðmerkingar annars:

Einaferd TB, altíd TB

Fakta um Óla:
http://www.faroesoccer.com/player.php?playerID=313