Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Leygardagur í Vildbjerg

Leygardagur í Vildbjerg

| 03/08/19

Leygardagin endaði bólkaspælið og samstundis byrjaði endaspælið, ið bæði umfataði finaluspæl og sovnevnt Nordomatic Cup.

Bólkaspælið endaði soleiðis:

U13 Drongirnir endaðu av fjórða plássið við 0 stigum.
U13 Genturnar endaðu á fjórða plássið við 1 stigi.
U14 Drongirnir vunnu bólkin við 7 stigum.
U14 Genturnar vunnu bólkin við 9 stigum.

U13 Drongirnar luttóku so í Nordomatic Cup har teir tíverri taptu ímóti B73 frá Slagelse, dysturin endaði 4-0 til B73.

U13 Genturnar luttóku eisini í Nordomatic Cup og løgdu tær hart út við at vinna á Uldum IF eftir brotsspark, men tíverri gekk brotssparkskappingin ikki eins væl ímóti Víkingi, tí tá taptu tær.

U14 Drongirnir vunnu sum nevnt bólkin og skuldu harvið í finaluumfar. Teir møttu Varde IF, ið tíverri knógvaðu tvøradrongirnar. Endaliga úrsliti var 3-0 til Varde IF.

U14 Genturnar leiktu í finaluumfarinum í dag ímóti HNT og vunnu tær eftir brotssparkskapping. Sostatt eru tær í hálvfinaluni og verður tann dysturin í morginárini. Hálvfinalan hjá TB gentunum er ímóti Rennesøy.

Fotografurin var framvið fríggjadagin og myndirnar síggjast á TB Facebook-bólkinum, ella trýst her.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing