Liðskiparin gevst í TB

Tað hevur verið sera nógv at lisið um Rógva Joensen í miðlunum, eitt nú serliga In.fo og Norðlýsið hava dúgliga gitt, um hvar hann endar eftir vetrarsteðgin. Nú er eitt so greitt og tað er, at Rógvi Joensen skiftir felag og fer úr barndómsfelagnum.

Nýggja felagið hjá Rógva er B36, sum harvið fáa ágóðan av froðbinginum, sum er kendur fyri sítt stóra rennipensum.

Rógvi hevur spælt við Tvøroyrar Bóltfelag alt sítt lív og nú er tíðin komin til eina broyting og vónandi fer hendan at eydnast unga talentinum væl. Hóast sín unga aldur á 20 árum, so hevur Rógvi longu leikt omanfyri 100 dystir við besta liðið felagsins. Hann var eisini ein av teimum mest leikandi í ár við 25 dystum í Effodeildini, har bleiv eittans mál skotið og var hetta í dysti við Margári móti EB/Streymi.

TB ynskir Rógva góða eydnu framyvir og vónar at vit fáa hann at síggja aftur í TB troyggjuni.

Fylgir í fótasporunum hjá legenduni

Við skiftinum til B36 gongur Rógvi í fótasporunum hjá einum av legendunum í Tvøroyrar Bóltfelag, Óla Johannesen, sum í 1996 skifti til B36. Óli leikti í tvey ár í B36 og var so aftur at síggja á Sevmýris Leikvølli.

Nýggjan liðskipara

Við skiftinum hevur besta liðið sostatt tørv á nýggjum liðskipara, eftir at Rógvi í ár hevur borið liðskiparabandið, sum Óli annars hevur havt meginpartin av tíðini seinnu árini.

Á myndini sæst Rógvi í dysti fyri TB móti sínum nýggja felagið.

Scroll to Top