Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Limagjald gjøgnum Holdsport

Tvøroyar Bóltfelag hevur hópin av íðkandi limum og kann hetta gerast umsitingarliga tungt, og fyri at gera tað lættari hjá okkum at halda skil á øllum leikarunum í felagnum, hava okur valt í ár at brúka donsku skipanina Holdsport.

Holdsport er lætt at nýta, og hevur ymiskar hentleikar, ið fer at gera arbeiði hjá okkum í felagnum lættari. Sum liður í hesum fara okur framyvir at nýta Holdsport til avgreiðslu av limagjøldum.

  • Hvør leikari skal hava ein brúkara inni á Holdsport.
  • Foreldur kunnu gott brúka sama teldupostin til fleiri børn.

Inni á øllum Facebook bólkunum eru leinki beinleiðis, so leikarin verður upprættaður undir rætta liðnum. Eisini eru leinkini til at upprætta leikarar at finna niðast á hesi síðu.

Til ber at melda til inni á heimasíðuna www.holdsport.dk, ella inni á Holdsport appina, ið kann heintast bæði til Apple og Android fartelefonir.

App’in

Apple – App Store
Android – Play Store

Limagjøldini í 2018, eru eins og undanfarin ár:
U7: 150kr
U9: 250kr
U11: 400kr
U13-U15-U17: 600kr
Vaksnamannadeildin: 700kr

Ein avsláttur upp á 33% verður givin, til barn nr. 2 og uppeftir, ið búgva á somu adressu. Tað vil siga at 1. barnið skal gjalda fult limagjald, og øll tey fylgjandi børnini fáa 33%í avsláttri.

9. mars hava okur limadag inni við Stórá, har tað ber til at fáa hjálpa við Holdsport, og limagjaldinum.

Leinkjur til at upprætta leikarar:

U7 dreingir og gentur: Holdsport U7 – nýggjur leikari
U9 dreingir: Holdsport U9D – nýggjur leikari
U9 gentur: Holdsport U9G – nýggjur leikari
U11 dreingir: Holdsport U11D – nýggjur leikari
U11 gentur: Holdsport U11G – nýggjur leikari
U13 dreingir: Holdsport U13D – nýggjur leikari
U13 gentur: Holdsport U13G – nýggjur leikari
U15 dreingir: Holdsport U15D – nýggjur leikari
U15 gentur: Holdsport U15G – nýggjur leikari
U17 dreingir: Holdsport U17D – nýggjur leikari
U18/2. kvinnur: Holdsport U18/2.deild Kv – nýggjur leikari
U21/Vasknamannadeild: Holdsport – U21/Vaksn. – nýggjur leikari