Lutakast til VFF Cup

Seinnapartin í dag var lutakast á Rás 2 um VFF Cup, sum er kapping, ið Fótbóltsvenjarafelag Føroya skipar fyri. Í ár vera øll Effodeildarliðini uttan KÍ við í kappingini, sostatt eisini TB. Í staðin fyri KÍ er ikki komið eitt annað lið, so tí eru bert níggju lið.

Í ár verður kappingin 31. januar, sum er næsti leygardagur. Kappingin verður í Gundadali, har allir tríggir vallirnir verða tiknir í brúk – Tórsvøllur, ovari og niðari vøllur.

Í dag á Rás 2 var Frankie Jensen inni og har var lutakast fyri hvørji lið skuldu mannað teir tríggjar bólkarnar í kappingini.

Dystirnir sum verða leiktir eru styttri dystir, 30 minuttir, og sostatt verður kappingin ikki so drúgv, men gevur venjarum møguleika fyri at royna sínar leikarar. Í mun til onnur ár verða nú tríggir bólkar og so ein finalubólkur.

Bólkur A (Tórsvøllur): Víkingur, NSÍ og TB

Bólkur B (Ovari vøllur): B36, EB/Streymur og AB

Bólkur C (Niðara vøllur): HB, ÍF og FC Suðuroy

Kappingin byrjar klokkan 13:00

Scroll to Top