Lutakast um Løgmanssteypið

Í kvøld hevur lutakst verið um Løgmanssteypið og fyrsta umfar av kappingini. 3-2 verturin Leivur Frederiksen og Fróði Danielsen úr FSF stóðu fyri lutakstinum í kvøld á skíggjanum. Øll feløg blivu drigin í fyrsta umfarið, har tað eftir ætlan skuldi vera 16 lið, men MB hevur trekt seg frá kappingini og tí vóru bert 15 lið, ið vóru at trekkja lut um. Harvið var tann kúlan, ið var eftir, tá avtornaði við lutakastinum, liðið ið fer beinleiðis í fjórðingsfinaluna.

TB/FC Suðuroy/Royn skal í eldin í Løgmanssteypinum í fyrsta umfarið har mótstøðulið er KÍ. Fyrsti dystur verður heima við Stórá. Dysturin verður leiktur 25. apríl.

Hinir dystirnir í Løgmanssteypinum eru at síggja niðanfyri.

ÍF – B36
NSÍ – AB
B68 – HB
Undrið FF – EB/Streymur
B71 – Giza Hoyvík
Skála – 07 Vestur

Harvið sleppur Víkingur, fleirfaldi vinnarin seinastu árini, beinleiðis í fjórðingsfinaluna.

Scroll to Top