Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Lutaseðlarnar eru nú drignir

| On 22, Feb 2012

Yvir veturin hevur Tvøroyrar Bóltfelag selt lutaseðlar, og hóast vinningarnar bara vóru tveir í tali, so vóru teir sera spennandi. Fyrsti vinningur var ein marglætisferð til Turkalands, fyri tvey vaksin og trý børn. Virðið á hesari ferð er kr. 45.000,-. Seinni vinningur var ein forvitnislig fótbóltsferð til Onglands, til dyst eftir egnum ynski, og við virði á kr. 15.000,-. Hepnu vinnararnar eru nú funnir, og Tvøroyrar Bóltfelag vil við hesum nýta høvi, til at ynskja vinnarunum hjartaliga tillukku, umframt at felagið eisini takkar tykkum fyri vístan stuðul.

VINNANDI TØLINI:

1463 – Marglætisferðin til Turkalands, fyri tvey vaksin og trý børn

3007 – Fótbóltsferð til Onglands, til dyst eftir egnum ynski

Hepnu vinnararnar biðjast ringja til 214310

Tvøroyrar Bóltfelag

Viðmerkingar

  1. Niels S. Rødgaard

    Almennakunngera tikur vinnararnar?
    Trupulleikin er at je hevdi 2 sedlar, men havi mist tann eina vekk, so je fái ikki frid í sálina fyrr enn je veit at onkur annar hevur vunnid… 😛

  2. Vinnandi seðilin er enn ikki funnin, men vit vóna, at tað fer at ganga skjótt