Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Málleyst í Runavík

| 03/06/13

Effodeildin: NSÍ 0-0 TB

effodeildin

Fleiri tvørámenn vóru vitni til dystin í Runavík, har TB og NSÍ spældu 0-0. TB byrjaði so nógv betur, okur sótu fullkomuliga á øllum dystinum teir fyrstu 25 minuttirnar. Tað einasta NSÍ gjørdi var, at gúppa bóltin av síðilinjuni og í høvdið á Óla ella Babacar. Ingasonur, Aron, Rógvi, Nicky og hinir løgdu eitt stórt trýst á NSÍ-verjuna, soleiðis at hon kendi seg noydda, at lossa bóltin vekk. TB spældi sera væl at byrja við.

TB skapti oftast møguleikar við fleiri deybótsstøðum. Bóltførleikin hjá Nicky ørlymlaði NSÍ, og tað var um reppið, at Óli ikki skoraði einar tvær ferðir í byrjanini. Ein yngri útgáva av TB-kempuni, hevði uttan iva skorað eitt mál ella tvey. Ingasonur vísti eisini styrki í byrjanini. Hann móttók allar sendingarnar, og setti lættliga leikarar av við sjótleika sínum. Hann er heldur ikki smæðin, at skjóta uppá mál, og mállmaðurin hjá NSÍ noyddist í fulla longd einar tvær ferðir, fyri at verja fyri skotunum. Ndende smekkaði eisini til útifrá onkuntíð, men NSÍ hevði nógv fólk í feltinum, og skotini náddu ikki málinum.

NSÍ royndi at útnytta tómrúmið sum var aftanfyri bakkanar hjá TB, tí okur stóðu nakað ovarliga í onkrum støðum í dystinum. Ivan var tó vakin í málinum, og kom í millum hvørja ferð. Satt at siga, so vóru NSÍarirnir heilt nær við at blíva vandamiklir onkuntíð, men Óli, Babacar og Ivan gjørdu sína skyldu í verjupartinum.

Besti maðurin á vøllinum var Rógvi Joensen. Í gulum skóm reikaði hann runt á miðvøllinum og domineraði dystin. Hann spældi hæl og tá, vann nógvar luftbóltar, og vísti at tað ikki er av tilvildi, at hann er úttikin til U21 landsliðið.

TB royndi at spæla eitt sindur av smáspæli, men vøllurin er turrur og bólturin hongur fastur, so umstøðurnar til gott TB spæl vóru ikki tilvildar, um ein vildi síggja góðan fótbólt. Miðskeiðis um fyrra hálvleik, dovnar spælið hjá TB eitt sindur, og felagið fer at spæla meira beinleiðis til Poul Ingason, sum var raskur at leggja bóltin av, soleiðis at miðvøllurin kundi koma fram við. NSÍ spældi bara við longum bóltum, og teir brúktu als ikki teirra miðvøll. Hetta var kanksa tí, at Rógvi og Ndende markeraðu sera væl, og NSÍarirnir fingu ikki eitt bein til jørðina. Liðini bæði fóru til hálvleiks við støðuni 0-0.

Fyrstu 10min av seinna hálvleiki var NSÍ nógv betur. Ábraham Løkin hevur ivaleyst tosað við stórum bókstøvum í hálvleikssteðginum, tí NSÍ-liðið tóktist nógv grammari. Teir høvdu eisini fleiri vandamikil hornaspørk, ið onkuntíð voru heilt nær við at blíva sera vandamikil. Men Ivan var sera væl upplagdur, og tók sær hegnisliga av øllum.

Um tað var hitin ella taktisk viðurskifti, sum gjørdu at dysturin dalaði í undirhaldsvirðið veit eg ikki. TB trekti seg nú longur aftur, og tað virkaði sum teir vóru nøgdir við støðuna. NSÍ megnaði als ikki at spæla seg ígjøgnum verjumúrin; og um eitt mál skuldi koma, so fór tað ivaleyst at blíva onkur deyðbóltsstøða. Ein javnleikur er eitt fínt úrslit í Runavík, og klokkan arbeiddi nú fyri TB. Dysturin endaði 0-0.

TB hevur nú yvirhálað Víking á stigatalvuni, og liggur nú í einum trunka av 6 liðum miðskeiðis á stigatalvuni. TB spældi sum heild betur enn NSÍ. Fyrra hálvleik átti TB allan sum hann var, og tá TB legði seg aftur at verja, so var tað onki sum røktist fyri, at NSÍ fór at vinna dystin.

Landsliðið skal í eldin hetta vikuskiftið, av tí sama verður ongin Effo-fótbóltur á skránni fyrr enn um tvær vikur, tá kemur B36 við Gilla Sørensen á vitjan.

M.E

[poll id=”7″]