Málríkur sigur í málríkum umfari

Hóast upptaktin til dystin leygardagin var heldur ivasom við fleiri tapum á rað í skjáttuni, so var uppgávan greið – ein sigur mátti til fyri ikki at veruliga gerast partur av tí tyngra endanum av Effodeildini.

ÍF hevur havt tað torført í Effodeildini í ár og hava teir bert fingið seks stig higartil, tíbetur lótu okkara menn í TB/FC Suðuroy/Royn ongan iva vera um hvør var betra liðið.

Búi Egilsson gjørdist dagsins maður við einum hattricki, meðan Jón Krosslá Poulsen gjørdi ta síðsta málið, ið bleiv útført væl av Jón. Jók er framvegis toppskjútti hjá TB/FC Suðuroy/Royn, men eftir FSF tók avgerð um ÍF dystin í øðrum umfari, so hevur Jón skotið fimm mál í Effodeildini í ár. Búi hevur skotið fýra mál.

Ein knúsandi 4-0 sigur til TB/FC Suðuroy/Royn og harvið hevur felagið steðga tí keðiligu gongdini við fleiri tapum á rað, seinasti sigur var ímóti B36 við Stórá 30. apríl.

Sum úrslitini annars lagaðu seg so var talan um eitt sera málríkt umfar. Heili 23 mál vóru skotin og svarar hetta til eitt miðal á 4,6 mál per dyst í 11. umfari. Undan hesum umfarinum var sama talið 2,6 fyri tey fyrstu tíggju umførini. Kappingin byrjaði strilti hvat málskjótingina viðvíkur, tí eftir trimum umførum vóru bert skotin 25 mál í alt.

Scroll to Top