Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Málsetningurin er rokkin

Málsetningurin er rokkin

| 06/05/13

3. deild: Undrið 0-3 TB “uttan dyst”

3.deildarliðið hjá TB er komið í finalubólkin. Hetta var aðalmálið áðrenn kappingarbyrjan, og alt sum verður spælt um nú, verður roknað sum eitt lítið bonus. Okur fara í øllum førum, inn fyri at vinna hvønn dyst, og vónandi røkkur tað til heiðursmerki.

3deild

Okur hava havt ein trupuleika við málskjótingini í ár. Serliga nú okkara luttøka í finalubólkin var tryggjað, hevði verið nærliggjandi, við onkrum spennandi rokeringum í álopinum, tí at álopsessini hjá okkum mugu finna formin aftur. Men ein afturvendandi vansi í 3.deild, er væntandi uppmøting hjá feløgum norðanfjørðs. TB hava vunnið tveir teir seinastu dystirnir á skriviborðinum. Seinast var nú leygardagin, tí Undrið fann ikki nakran dómara til dystin í Havnini. Hetta er sera harmuligt, tí dystarvenjingin hjá okkum er ikki í topp, og nærliggjandi er at brúka slíkar dystir, fyri at fáa menn í form, og eisini at brúka onkrar leikarar, sum ikki spæla fast inni.

Í næstum fara okur at fyrireika okkum til finalubólkin, sum okur gleða okkum almikið til.

ME