Meinhardt verður við aftur

Meinhardt Joensen vardi málið hjá okkum í seinasta dysti og verður hann aftur at síggja í TB búnanum í morgin.Undantaksloyvi til leigu av málmanninum Meinhardt Joensen er komið uppá pláss til dystin móti ÍF.

Umframt at Meinhardt verður við, so er Aron Sørensen komin heim til TB og verður við í hópinum móti ÍF.

Síðst, men ikki minst, so er leiguavtala er gjørd við HB v.v. 19 ára gamla Hera H. Mohr og 18 ára gamla Jákup Paula Breckmann, hesir vantast eisini klárir til dystin móti ÍF. Teir vóru við við til venjingina í gjárskvøldið.

Scroll to Top