Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Meistaraheiti endaði í B36

Meistaraheiti endaði í B36

| 13/09/15

Í dag var dystur í Gundadali millum okkum og B36, um úrslitini lagaði seg eftir vild fyri B36 kundu teir gerast meistarir í dag og sostatt vinna FM tvey ár á rað fyri fyrstu ferð í teirra søgu.

Tað skuldi so eisini vísa seg at gerast veruleiki tá útlendski dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum.

Annars var talan um ein dyst har vit vóru við so at siga allan dystin, hóast B36 komu framum eftir 54 minuttir.

Í fyrsta hálvleiki fær B36 annars brotsspark og harvið góðan møguleika at leggja seg framum, men Ivan stórbjargaði skotinum frá Jákupi á Borg!

Vit megna at koma aftur í aftur tá leiktir vóru 59 minuttir eftir at Rógvi skeyt eitt fríspark úr vinstru síðu og fram í feltið har Patrik kundi stúta hann í málið. B36 fær sítt seinna mál og harvið sigursmálið eftir 68 minuttir, tá Hanus Thorleifsson smekkaði bóltin inn eftir upplegg frá Cieslewicz.

Martin Tausen var vístur av vøllinum eftir 88 minuttir, tá hann fekk sítt annað gula kort. Fyrsta gula kortið kom í samband við brotssparkstøðu í fyrsta hálvleiki.

Sostatt var hetta eisini sjeyndi dystur á rað har vit ikki hava megnað at fingið trý stig í skjáttuna.

Næsti dystur er heima móti NSÍ.

Hjartaliga til lukku við meistaraheitinum B36!