Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Minningarorð um Poul Erik Smedemark

Minningarorð um Poul Erik Smedemark

| 12/01/18

Poul Erik andaðist  5. januar, 68 ára gamal.

Eg kom at kenna henda nordjyda í 1977, tá vit báðir leiktu á besta TB liðnum og hetta árið vunnu vit alt sum vinnast kundi.

Poul Erik leikti frammaliga á miðvøllinum saman við John og Delmar. kampvektin hjá Poul Erik var 58 kg, ikki imponerandi. John og Delmar vórðu báðir tungvektarir so ella so. Tó so vektin hjá Poul Erik var umvent proportional, tá hann kempaði fyri TB og var tað imponerandi at síggja hann leika og vinna bóltar á miðvøllinum.

Poul Erik var avgerandi fyri góðu úrslitini hjá TB og var hann á liðnum til seint í 1979 tá hann gavst.

Boð vórðu aftur eftir Poul Erik í 1983 tá TB var í tungum sjógvi og var við at rykkja niður.Tá kom hann og hjálpti okkum á vøllinum fyri seinastu ferð.

Í 2016 vóru aftur boð eftir Poul Erik, tá hann játtaði at taka við sum formaður í felagnum. Hóast hann sat stutt so var Poul Erik ein formaður sum verdur er at minnast.

Við kønari hond leiddi hann TB inn í samstarvið við oyggjafeløgunum.Hann var ikki glaður fyri hesa tilgongd, men sá at tað var neyðugt stig at taka.

Aftaná at hava tikið tung tøk fyri TB og fótbóltin í Suðuroynni gjørdist hann sjúkur og legði frá sær.

Poul Erik er stórliga saknaður av okkum í nevndini og siga vit honum takk fyri samstarvið.

Ære være dit minde Poul Erik.

Henrik Thomsen, formaður í TB

Á myndini sæst Poul Erik niðast til vinstru.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing