Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Møguleikarnir fækkast

Møguleikarnir fækkast

| 06/10/13

Effodeildin: B36 2-1 TB

Triðseinasta umfar er farið afturum bak og vit standa eftir við einum 2-1 tapið fyri B36. Tíverri var hetta ein av teimum dystunum, ið vit so at siga skuldu hava stig, tí KÍ megnaði at vinna á AB og harvið eru teir í verandi løtu trý stig framman fyri okkum.

Tveir dystir eru eftir at leika, seks stig og mótstøðuliðini eru HB í Gundadali og Víking við Stórá. Hóast ein ikki vanliga gevur nakað burtur í fótbóltið, so hevur TB legan uttan iva vóna at HB fór at fáa minst eitt stig móti ÍF í dag, tí hetta vildi tryggja teimum meistaraheitið og har við hava teir ikki fyri neyðini at fáa stig móti okkum. Men so varð ikki, tí ÍF vann og sostatt er FM ikki í hús hjá HB enn.

Uppstillingin hendan dagin var soleiðis:

Ivan
Teitur O. – Óli – Babacar – Teitur J.
Poul – Rógvi – Dan – Ragnar – Nicky
Arthur

Dysturin í dag var merktur av sakninum av Ndende og Martin á miðjum vølli og tí varð Páll noyddur at broyta liðið so mikið, at tað var ein heldur alternativ miðja í dag. Arthur og Dan blivu settir inn fyri Ndende og Martin – hetta viðførdi nakrar rokeringar, ið kunnu síggjast niðanfyri.

Dysturin í dag var ikki nakað serliga vælleiktur og tá 18 minuttir vóru farnir fekk B36 mál. Hetta málið kom eftir at B36 høvdu spælt runt í longri tíð og síðani gekk tað skjótt fyri seg og eitt tvey so var bólturin í málinum.

Vit megna ikki veruliga at fóta okkum og tað endar við at beint undan steðginum fingu teir enn eitt mál. Hetta var beint undan steðginum.

Eini 10 minuttir inni í seinna hálvleiki megna vit at svara aftur og økja um spenningin í dystinum. Eftir einum horna, har Óli Johannesen fær høvdið á bóltin og skallar hann tvørturum inni í 16-metrinum so fær Ragnar Tausen enn eina ferð koyrt bóltin í kassan. Ragnar hevur í seinastu tveimum dystunum sostatt skotið trý mál.

Tá ein góður tími var farin av dystinum, so gerst brekkan drúgv. Eiler Rasmussen, dómarin í dag, sendur Óla Johannesen av vøllinum fyri at gera brotsspark, tá hann tók ein upplagdan málmøguleika frá einum B36’ara. Beinleiðis reytt kort varð givið og ivamál eru nú um vit yvirhøvur fáa Óla at síggja aftur í TB troyggjuni í ár.

Súni Olsen verður settur at skjóta, men brennur! Hesu var tað tó ikki Ivani at takkað, men Súna sjálvum, tí hann skeyt á stongina og bólturin fór út til innkast. Ivan var tó heilt úti við stongini.

Tað sum er eftir av dystinum er drúgvt og trupult hjá okkara monnum, sum leiktu í eykabúnunum, teimum bláu troyggjunum og svørt shorts.

Endin verður eisini at tað verður 2-1 til heimaliðið, sum fór avstað við øllum stigunum í Gundadali.

Er vónin brostin?

Stóri spurningurin, ið vit nú standa eftir við, er um vónin nú er brostin? Matematiskt og teoretiskt er møguleikin har enn. Tað sum tó ger tað trupult er at KÍ bæði hevur eina trý stigs leiðslu á okkum á stigatalvuni og umframt tað so er málmunur til kláran KÍ fyrimun.

Okkara komandi mótstøðulið eru ei heldur hvørji sum helst, nevniliga eitt HB lið ið rennur eftir einum FM heitið, og Víkingur. HB kunnu við einum sigri ella javnleiki móti okkum kunnu tryggjað sær á heimavøllið móti aldursforsetanum, kanska eitt ideelt scenario fyri HB, ið oftani fyrr hevur kappast við TB um FM.

Víkingur har aftur ímóti hevur ikki serliga nógv at leika fyri, tí teir liggja miðskeiðis á stigatalvuni – teir kunnu tó møguliga fáa eitt Evropa pláss, men har er sera tætt millum tey liðini, ið eru eftir teimum plássunum.

KÍ hevur umframt at hava hesa trý stigs leiðsluna eisini 07 Vestur í síðsta leikumfarið, har oddsini uttan iva peika til fyrimuns fyri KÍ.