Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Mortan bjóðar John Reid av

Mortan bjóðar John Reid av

| 18/04/15

Júst sum eg helt, at eg hevði funnið lykilin til at finna tey røttu úrslitini í Effo-deildini, datt alt á gólvið aftur. Tað vísir seg, at øll eru før fyri at taka stig frá øllum. Kappingin er sera jøvn í ár. Kappingin hevur altíð verið jøvn tey árini, TB hevur verið í bestu deildini, síðan 27 umfør komu í gildið.

Tað gekst illa hjá bæði mær og Pæturi seinast. Eg fekk tvey røtt skot, men ongan fulltreffara. Pætur fekk 1 rætt skot, og ein fulltreffara; tað neit svárt hjá mær, at hann fekk rætta fulltreffaran í B36 móti TB. Eg havi tó leiðsluna enn.

Gestir: 15 stig
Mortan: 16 stig

Gesturin hesa vikuna er John Reid Nybo. Hann leirvíkingur og spældi øll barnaárini við LÍF, men sum hjá so mongum øðrum, endaði ein bráður knæskaði einari komandi yrkisleið á tindunum. Nú er John Reid íðin viðhaldsmaður hjá Víkingi.

7.umfar

FC Suðuroy-HB

John Reid

Heilt klárt, botnur móti toppi, ella HB eigur at enda rímiliga ovarliga, og líkamikið hvat, so fer FC Suðuroy at mynda botnin. Gamaní hava suðringarnir styrkt sær hópin nakað, men tað verður neyvan nokk móti bygdamonnunum úr HB. FCS-HB 0-4

Mortan

Eg havi sæð fleiri dystir millum vágbingar og HB gjøgnum tíðirnar. Sunnanmenn sýna ein heilt serligan hugburð, tá teir spæla móti HB og serliga á Eiðinum, har HB ikki hevur tað lætt. Nú FCS vann á AB og HB er í einari lítlari kreppu, tí teir hava ilt við at skora, er hesin dysturin eitt sindur ringur at tippa. Veðurforsøgnin sigur norðan og 10 m/s, tvs tað verður dýrdarveður á Eiðinum leygardagin. Uttan vind á Eiðinum, vænti eg at HB finnur ”HB-spælið” fram, og teir vinna dystin. Um veðurforsøgnin ikki heldur, so verður HB í svárum trupuleikum.  FCS-HB 0-2

272820_4086740980867_607155912_o

Á myndini omanfyri sæst Víkingafjepparin John Reid

NSÍ – AB

John Reid

NSÍ eru komnir væl frá byrjan, er oddalið og hevur ein glóðheitan áleypara. Soleiðis sum NSÍ spælir í løtuni, og havandi í huga, at teir pent sagt bankaðu HB í seinasta í seinasta umfarið, so trúgvi eg uppá ein 1’ara. Tað er ikki fyri at taka nakað frá AB, teir hava givið nógvum liðum skarpan gang, men eg trúgvi bara ikki, at teir gera nakað við NSÍ við Løkin. NSÍ-AB 3-1

Mortan

AB tapti móti FCS. NSÍ vann móti HB. Alt annað líka, eigur NSÍ av vinna móti AB við Løkin. Nei, ikki í mínum hugaheimi. NSÍ fer at fáa eitt skot fyri bógvin. AB hevur spælt allar sínar dystir í ræðuligum veðri. Teir hava eina góða verju, ið saktans kann halda málið reint, og um teir finna útav at brúka vongspælið við nøkrum innleggum, fer Jógvan Andrias Nolsøe heilt sikkurt at skora eitt mál. AB vinnur óvæntað. NSÍ-AB 1-2

ÍF – B36

John Reid

Eg veit ikki heilt hvat man skal siga um hendan dystin. ÍF spælir ikki til sítt besta, og nú Lawal hevur aftur fingið leikbann, dugi eg illa at síggja, at teir vinna henda dystin. B36 er eitt for gott lið til at blaka alt vekk í Fuglafirði, gamaí, hevur ÍF heimabanafyrimun, eg ivist í, um eg skal siga 2 ella X, eg helli meira til ein 2’ara. ÍF-B36 0-2

Mortan

Hesin dysturin er 50/50. Avgerandi munurin verður, hvør finnur dagsformin. ÍF hevur í øllum dystunum skapað hópin av málmøguleikum við góðum kontraspæli, og B36 ynskir einamest at halda uppá bóltin og trýsta mótsøðuna í botn við áhaldandi ”aftur og fram” spælið. Bæði liðini fara ónøgd av vøllinum við javnleiki. ÍF-B36 1-1

KÍ – EB/Streymur

John Reid

Eg veit ongantíð, hvar eg havi KÍ, líkamikið hvat teir gera ella hvussu teir styrkja seg, so kann alt henda, hesaferð hava teir so heimavøll móti einum nógv “viknaðum” liði úr Sundalagnum, tá eg sigi viknaðum, meini eg samanborið við undanfarin ár, EB/Streymur hevur eitt ungt lið, ið spælir uttan nakað press, teir møta KÍ í Djúpumýru og av tí havi eg valt at seta eitt X Javnleikur í Klaksvík. KÍ-EB/Streymur 1-1

Mortan

KÍ hevði ynskt sær aðra byrjan á kappingina. Tap móti HB á heimavølli, tap móti B36 í Havn og tap móti ÍF í Fuglafirði kann sjálvt henda fyri teir bestu. Trupulleikin hjá KÍ er, at teir hava ikki tikið av teimum málmøguleikum, sum teir hava spælt seg til, og teir spæla seg til kjansir. Viðhaldsfólkini í Klaksvík fara uttan iva at geva heimaliðnum ein óneyðugan fjáltur, men tá KÍ so smátt er farið at ressast, vænti eg, at sterki verjumúrurin hjá sundalagsmonnum verður niðurbrotin. KÍ-EB/S 3-0

TB – Víkingur

John Reid

Vit hava ikki havt tað lætt við Stórá, flest øll lið hava tað ringt har, TB hevur eitt gott lið í ár, og tað er við Stórá, teir skulu hava stigini, Bárður og Hans Jørgen vera nokk ikki við til hesa uppgerðina, men maður kemur í mans stað. Finnur og Lava eru komnir væl í gongd við kappingina, og hóast vit bara hava 10 stig, so hava vit ikki tapt í ár, og tað gera vit heldur ikki hettar umfarið. Eg trúgvi uppá ein tepran sigur til okkum við Stórá. TB-Víkingur 1-2

Mortan

TB má spæla sítt besta spæl higartil, um vinnast skal á Víkingi. Víkingar hava eina strerka breidd og góðar profilar í Lava, Súna Olsen, Finni Justinussen og nú tvær ferðir Vatnhamar. Tað verður ein javnur dystur, tí bæði liðini fara at hava stóra virðing fyri hvør øðrum. TB hevur eitt rímuligt tak á Víkingi á heimavølli, og við hesum í huga tippi eg javnleik, tí liðini spæla nógvar javnleikir. TB-Víkingur 2-2