Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Mortan bjóðar Una Leitisstein av

Mortan bjóðar Una Leitisstein av

| 02/04/15

Tað gekk illa í hond hjá mær seinast. Thomas Hans fekk eitt plettskot við 3-1 sigrinum hjá B36 í Vági, eg fekk bert vinnarin rættan. alt hitt var út av lagið illa tippað hjá báðum tveimum.

Vinir: 7 stig
Mortan: 6 stig

Eg havi bjóðað ongum øðrum enn Una Leitisstein Hansen. Hann er sum tykin úr leikum sum plátuvendari í Kringvarpinum. So ótrúligt tað einaferð mann ljóða, so hevur Uni eisni spælt í bestu føroysku deildini, hetta var í einari tíð, tá NSÍ hevði tann københavnerstang gulu blusuna og tey reyðu shortsini. Hesin leikbúnin hevur ein kultstatus manna millum. Sum DJ er Uni ein progressivur flower power maður, hetta eyðkenni hevði hann ikki, tá hann reikaði kring oyggjarnar og fekk eitt gult kort fyri og annað eftir, øll ræddust hann á vøllinum. Men í dag sleppur hann at royna seg á heimasíðuni.
Gerið so væl

Víkingur – FC Suðuroy

Uni
Víkingingarnir eru særdir eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á kappingarárið, so teir tevja blóð. FC Suðuroy er hinvegin særda djórið í deildini eftir fleiri avsmurningar. Tað kann gerast ordiliga ljótt í Sarpugerði, um Víkingur fær fyrsta málið tíðliga í dystinum. Men eg eri góður við smærru liðini í deildini, so eg vóni tað ikki, so eg sigi 4-1 til Víking.

Mortan
Eg havi tippað Víking at vinna hvønn dyst higartil, men teir hava skuffað meg hvørja ferð og ikki veitt mær tippingarfong. Men nú skulu aðrir bollar í súpanina. Víkingar koma glóðheitir úr landsliðsørundum, og FCS hevur nakrar skaðar umframt leikbann at dragast við. Úrslit. 4-0 til Víking

AB – ÍF

Uni
Hetta er ein sera torførur dystur at spáa um, tí liðini eru eins og vindurin blæsir her á landi – ikki ordiliga at rokna út. Eg fari at hella til, at ÍF dregur longra stráið á Argjum, tí tað eru mál í liðnum. Í hevur kanska besta álopi í landinum, og tá tað ordiliga er komið upp í snúðningsferð, so verður ÍF vandamikið fyri eitt hvørt lið í deildini. Men AB hevur ikki tapt enn í ár, so tað verður tepurt. ÍF vinnur 2-1

Mortan
Eg blívi ikki klókur uppá hesi bæði liðini. AB skorar ikki mál, men teir hava sterka verju. ÍF svingar at spæla sera væl og illa. Tað kann ikki enda annað enn javnleikur, ógjørligt. Úrslit 1-1

B36 – KÍ

Uni
B36 sær út til at hava funnið meistaraspælið framaftur. Árstalsfelagið úr Havn vant burtur úr okkara monnum herfyri. Skjótt og tekniskt gott spæl. Sær út til at vera liðið, ið hini skulu vinna á, um føroyameistarin 2015 ikki eisini skal eita B36. KÍ tøvir enn í tí sama, og tað tykist vera sera trupult hjá nøkrum venjara at fáa líkinda javnvág í avrikini hjá felagnum. Treyðugt so, KÍ hevur eitt sera gott álop við Hajdarevic og Klettskarð, og eina løtu hevði KÍ veruliga Víking á knøunum í Sarpugerði, og tað er ikki ofta, tað hendir. Men eg vænti ikki, at KÍ ger nakað við B36 í Havn. B36 vinnur 3-1

Mortan
Eg ivist ikki eina løtu í, at hetta verður ein undirhaldandi dystur. Bæði liðini spæla væl og undirhaldandi, tað er eisini ein eyka dimensión í uppgerðini, ið fer at gera dystin eyka spennandi, Mikkjal Thomasen og Eyðun Klakstein hava býtt um venjarastarvið í hasum báðun feløgunum. KÍ er eitt gott lið, men B36 er eitt klassalið. Ongin fer at vinna móti teimum í Gundadali. Tað verður málríkt. 4-2 til B36

HB – EB/Streymur

Uni
Hóast unga EB/Streymur-liðið hevur stríðst væl og fingið betri úrslit, enn nakar væntaði, so hevur tað eisini víst, at tað kann knekka. Tað gjørdi tað við Løkin móti NSÍ. Eg vænti eisini, at tað hendir móti HB í Gundadali, tí HB hevur ikki fingið nakra ynskibyrjan, og leikararnir eru uppsettir at skumpa B36 av aftur trónini. Eg vænti, tíverri, at tað verður EB/Streymur, ið kemur at kenna sviðan av hesum. HB vinnur 3-0

Mortan
HB eru illir um mistu 2 stigini móti TB seinasta vikuskifti, hetta fer at ganga út yvir EB/Streym, sum hevur klárað tað betur enn tey flestu væntaðu, tvs. ikki ein sjálvur (sí tippingina á 1.leikdegi)! Men tá HB kemur í góða lagið er tað ongin í landinum ið nertir teir. EB/Streymur fer at geva teimum nøkur gleps, men HB teir fer so við og við at pressa EB/Streym niðan á tennisvøllin og HB vinnur síðan ein lættan 3-1 sigur.

TB – NSÍ

Uni
Ein toppdystur millum TB og NSÍ! Eg sigi, sum Arge-brøðurnir søgdu í Landskrona á sinni í: Hvør skuldi trúð tí? Fantastiskt fantastisk. Unga NSÍ liðið, við málmaskinuni Klæminti Olsen á odda, er flúgvandi og skorar mál í hópatal. Og kenni eg Klæmint Olsen rætt, so er hann super tendraður at vísa landsliðsvenjarunum, ið ikki vístu honum álit móti Rumenia, at hann skal hava kjansin. Hóast NSÍ-liðið er ungt, so tykist tað vera sera væl sæð av venjaranum, at hann hevur flutt gamla málrevin Jónhard Frederiksberg longur fram á vøllin, har hann spældi, tá vit gjørdust meistarar í ’07. Samstundis, sum eg kann fegnast um, at tað gongur mínum felagið væl, so er tað ótrúliga gleðiligt at síggja, at TB, sum hevur havt ilt við at fóta sær í bestu deildini, klárar seg so væl. Kappingin hevur verið dekan ov einstáttað í fleiri ár, so eg vóni, at TB-leikararnir klára at halda dampinum uppi og ruska eitt sindur upp í vanligu støðuni í ovastu deildi. Men tað skal bara ikki vera móti NSÍ, sum ofta klárar seg væl á útivølli móti TB. Eg vænti, at tað verður ein undirhaldandi dystur við nógvum málum, men at NSÍ skorar fyrsta málið og harvið kann spæla upp á mótálop móti TB. Tá stinga vespurnar fastast. 2-4.

Mortan
Hetta er ein løgin dystur. Toppuppgerð! Bæði liðini fara í vøllin við ov stórari viðring fyri hvørjum øðrum. Martin Tausen fer at pakka Klæmint Olsen inn, sum tá Gentile tók Maradona í 1982. Tá Klæmint er blivin nevtraliseraður, fer TB at ota seg spakuliga fram á vøllin og yvirtaka spælið so hvørt, og áðrenn vespurnar vita av nøkrum kemur Adu klaskað bóltin í kassan. 1-0 til TB, og bygdon fer at gráta.

Viðmerkingar