Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Mortan og Árni Vang tippa

Mortan og Árni Vang tippa

| 24/04/15

Tippingin gekst sum heild væl hjá mær seinast. Verri var hjá John Reid. Tað, sum kappingin hevur lært okkum í 2015 er, at onki er givið frammanundan. Illveður hevur spælt øllum liðunum eitt puss, og sum heild er botnstøðið høgt í fyrsta triðinginum, men sum kappingin líður móti miðspurtinum, fara tey liðini við størstu breiddini og fæstu skaðunum og leikbannunum at hava munin, og kappingin fer helst at hátta seg soleiðis, sum fólk væntaðu áðrenn kappingarbyrjan.

John Reid fekk einans tvey røtt boð seinast, sigrar til NSÍ og HB. Eg fekk eisini tvey røtt skot, sigrar til HB og KÍ (var 1min frá einum fulltreffara í KÍ-EB/S) og eg fekk ein fulltreffara millum TB og Víking. 5 stig til mín og 2 til John Reid.

Samlaða støðan

Gestir 17 stig
Mortan 21 stig

Gesturin hesa vikuna er ongin minni enn Árni Vang. Árni er hálvur tvøramaður, men hevur búð allan sín uppvøkstur í Fuglafirði. Samkomulívið í Siloa gjørdi, at hann ikki hevði so nógva frítíð til at venja við ÍF, men hetta helt honum ikki burt frá fótbóltinum. Tá fuglfirðingar sóu, at Árni ikki kundi brúkast sum útispælari, koyrdu teir hann bara í málið. Men har kundi hann heldur ikki brúkast, so teir góvu honum bara dómarafloytuna. Pedagogist av teimum.

Árni hevur dømt fleiri dystir í trið og næstbestu deildini í Føroyum. Hann hevur enntá dømt ein dyst í Gøtu, har eg sjálvur spældi við. Á Faroesoccer stendur, at Árni gav Gullok gult kort eftir 80min í tí dystinum. Tað er rættuliga leingi í mínum hugaheimi, men á hinari síðuni so var hetta í 1999, tá vóru menn ikki so sartir sum nú, og teir flestu spældu eisini í svørtum fótbóltsskóm. GÍ vann dystin 3-2.

8.Umfar

Víkingur – NSÍ

Árni

NSÍ eru longu favorittar at vinna meistaraheitið, mín meining, tí Klæmint er ikki til at steðga, og eg skilji ikki, hví hann ikki er fastur áleypari á landsliðnum, ístaðin ein gamal danskur føroyingur, sum spælir hugnafótbólt á Sjællandi.

Klæmint hevur skorað líka nógv mál sum besti og næstbesti málskjúttarnir hjá Víkingi. Klárar Víkingur at steðga honum, so hava teir ein góðan møguleika at vinna dystin. Bæði liðini spældu strævnan steypakappingardyst mikukvøldið, so tey eru bæði líka “troytt”.

Dysturin verður sera javnur, men eg rokni við, at NSÍ vinnur 2-1, og so verður spennandi at vita, hvør fær skyldina fyri tapið hjá Víkingi, tí tað plagar Sígfriður at gera :).

Víkingur-NSÍ 1-2

Mortan

Bæði liðini spældu harðar steypadystir, og eg vænti ikki, at teir hava orku til høga leikferð sum ofta eyðkennir eysturoyardystirnar. Víkingur hevur latið 5 mál inn teir seinastu tveir dystirnar, og vatnið rennur uttan iva úr tonnunum á Klæminti Olsen av tí sama. Eg giti, at Víkingur byrjar sera varðisliga, og tá teir hava fingið skil og róð á verjuna, eta teir seg spakuliga í dystin og seta vespurnar á pláss. NSÍ fer at koma av aldukambinum sunnudagin, tí ein víkingur er ov stórur biti fyri eina vespu.

Víkingur-NSÍ 2-0

KÍ – AB

Árni

Klaksvíkingar halda seg altíð blíva meistarar, og teirra slogan um at bert brúka egnar uppaldar leikarar, heldur ikki heilt stikk í ár. Teir hava fingið ein super venjara, og tað tekur tíð hjá honum at fáa sína filosofi yvir á liðið, so teir hava verið óstabilir í ár, ella eru teir bara ikki betur enn teir eru?!?

AB ger nógv fyri at fóta sær í bestu deildini, og teir hava fingið nakrar góðar leikarar afturat hópinum frá í fjør, men sjálvt um nærum helvtin av øllum Føroyum búgva í Havn, so eru 3 lið í bestu deilidini kanska 1 ov nógv? Og í ár sær AB bert út til at bjarga sær, tí 2 onnur lið eru nógv verri.

Hettar er nokk lættasti dystur at tippa hettar umfarið, tí eg tippi at KÍ vinnur 3-0.

KÍ-AB 3-0

Mortan

KÍ spældi dreymafótbólt móti EB/Streymi, og tey fegnast uttan iva, at AB hevur 120min í beinunum í miðvikuni. Fundamentið í spælinum hjá AB er sterka verjan, sum fyrverandi VB og TB’arin, Dimitrije Jankovic, stýrir við harðari hond. KÍ hevur eina góða tekniska breidd og sterka verju, tá AB fer at møðast miðskeiðis um seinna hálvleik, fer Klettskarð at gera bart.

KÍ-AB 3-0

HB – B36

Árni

Ein totalt líkagyldigur dystur, sum eingin uttanfyri Havnina hevur áhuga í. Tað mest spennandi við hesum dystinum er, um tað verða meir enn 500 áskoðarar, og um Eyðun Klakstein sleppur at vinna á HB í Gundadali fyri fyrstu ferð 🙂

Bæði liðini hava heimavøll, so tað er trupult at tippa dystin. B36 tapti síðsta umfar og HB vann akkurát á FC Suðuroy, so man kann ikki siga, at liðini eru í einum góðum stima.

Her er dagsformurin alt avgerðandi, men eg tippi 1-1 – A shot in the dark

Mortan

Slagið um Havnina. Hvat er tað ikki stórt, tá havnarmenn heldur fara at sita heima og hyggja at Man Utd, Chelsea og Arsenal sunnudagin. Bæði liðini eru særd. HB hevur verið ósannførandi higartil, og vann við biti sliti og dómaratekki (hetta hava vágbingar sagt mær) í Vági, og teir fingu ikki hol á, fyrrenn ein tími var farin móti einum 2.deildarliðið í steypakappingini. B36 fekk eitt skot fyri bógvin í Fuglafirði. B36 hevur spælt munandi betur enn HB, men teir eru einans tvey stig framman fyri reyðsvarta liðið. Virðingin er stór teirra millum, og eitt tap er óhugsandi fyri báðar partar. Felags fyri liðini er, at bæði dáma at mynda dystirnar við nógvum bóltspælið. HB mergsýgur mótstøðuna við at flyta bóltin millum keturnar, og B36 spælir skjótan pressfótbólt langt frammi á vøllinum við kvikum 1-2 spælið. Havnarmenn kunnu fyri tað sama sita við hús og hyggja at Premier League, um tað er undirhald, teir sóknast eftir. Tað verður eitt troyttandi bóltflytarí við ongum hugflogi millum liðini. Um ein vil hava ein brellbita til slagið um Havnina, kann ein leita eftir dystinum millum Vestur Týskland og Eysturríki í HM 1982, og hyggja eftir teimum seinastu 80 minutunum.

HB-B36 0-0

FC Suðuroy – EB/Streymur

Árni

Hettar er so uppgerðin millum báðar niðurflytarnar, tá vit koma til oktober. Hesin dysturin kann vera avgerðandi um hvør verður niðast og hvør verður næstniðast, annars hevur hann onga ávirkan á kappingarárið 2015.

FC Suðuroy brúkar nógvar pengar uppá útlendskar leikarar og Høgna Madsen, í vón um at bjarga sær í deildini, men tað fer ikki at eydnast, og ei heldur óvæntað. Um FC Suðuroy vil sleppa undan at flyta niður, og TB vil sleppa at spæla við har tað er stuttligt, so eiga feløgini at leggja saman. Tá kunuu tit tosa um medaljupláss har suðri, og tykor kunnu gjeyla EINAFERÐ ALTÍÐ SUÐUROYGGIN!!! Men tað verður nokk friður í Miðeystri, áðrenn tað verður friður millum Tvøroyri og Vág 🙂

EB/Str hevur ikki longur Formula sum Sugar Daddy, so teir mugu byggja upp av nýggjum 🙂 Nakrir leikarar skiftu felag, nú teir ikki fáa eina risa løn, og stuttligt er, at ikki oftani hevur man hoyrt um leikarar sum mugu fara væl niður í løn, tá man skiftir til Víking ella HB, men sodan er tað nú einaferð 🙂

EB/str hevur ein sera spennandi venjara, og hann fer uttan iva at blíva tann nýggi Melli, og nú hugsi eg bert um venjaraførleikarnar 🙂

Eg tippi at FC Suðuroy vinnur dystin 2-0.

FCS-EB/S 2-0

Mortan

Hesin dysturin er trupul. Hvørgin kann tapa hendan dystin. FCS sær út til at hava fingið betri skil á verjupartin og EB/Streymur hevur tapt tríggjar dystir á rað, og teir ynskja at steðga hesari gongdini. Veðurforsøgnin (skrivað fríggjadag kl 13) sigur útnyrðing og 13 m/s í Vági, tað fer ikki at hava stórvegis týðning. Tað fer at standa á gomlum nøglum í Vági, men eg vænti, at FCS dregur longra stráðið, tí teir hava heimavallarfyrimum, og steypadysturin hevur tært nakað á sundalagsmenn.

FCS-EB/S 1-0

TB – ÍF

Árni

Hagbert, sum tit kalla hann har suðri, byrjaði sína føroyska karrieru í Fuglafirði. Undirritaði hevur havt hann sum venjara, bæði fótbólt og hondbólt, og hann venur smádreingir sum hann venur vaksnar menn, so heilt sartur skal man ikki vera, sum teir vóru í Klaksvík, fyri at tola at hava Habgert sum venjara 🙂

Spælara til spælara hevur ÍF betra liðið, eingin ivi um tað, men ÍF hevur fingið nýggan venjara og nógv nýtt fólk, men tað skal spælast saman, nakað vit hava sæð í síðstuni, men ársins leikari í fjør dámar væl at fáa karantenu, og ÍF hevur spælt ein strævnan dyst mikukvøldið, so teir fáa tað trupult. Um vit hyggja eftir dystunum hjá ÍF higartil, so skulu teir halda tætt fyrra hálvleik, tí teir koma ikki ígongd fyrr enn í 2. hálvleiki.

Sum sagt, so hevur ÍF betri fótbóltsleikarnar enn TB, men tað er langt frá nokk. TB hevur altíð havt ein øðiligan stríðsvilja, og hann er uttan iva blivin sterkari, nú Hagbert er venjari hjá teimum.

Fornufturin sigur eitt, meðan hjarta sigur okkurt annað. Eg sigið ikki, hvørjum eg fylgi, men eg tippi, at ÍF vinnur 3-1.

TB-ÍF 1-3

Mortan

Hetta verður tann mest óvísindaliga hokuspokus tippingin hjá mær higartil. TB hevur spælt nógvar javnleikir og pendulið hevur ikki enn sveiggjað í fyrimuns til TB. ÍF hevur fingið nakrar javnleikir á útivølli, men teir hava tikið av møguleikanum á heimavølli og fingið fleiri týðningarmikil stig. Nornan fer at spinna lagnutráðin soleiðis at dysturin fer at koppa til TB.

TB-ÍF 2-1

Viðmerkingar