Mortan og Heini meta um 9. umfar

Eg og Árni Vang tippaðu ikki serliga væl seinast. Okur fingu onki plettskot, og einans nøkur røtt boð, men tí seinasta umfar var eisini svikafult. Árni fekk fong í Vági og í Klaksvík og eg fekk fong í Vági, Klaksvík og í Gøtu. Mortan 3, Árni 2

Samlaða støðan
Gestir, 19 stig
Mortan, 24 stig

Gesturin hesaferð er Heini Festirstein. Hann er sum tikin úr leikum, tá hittinorðaðar viðmerkingar eru til taks um polititisku støðuna í landinum á teimum sosialu miðlunum. Umframt at verða EB/Streymari um ein háls er Heini eisini ein rossioneri og hann verður rørdur og fellir eitt tár á kinn, tá ein tosar um Maldini, Baresi og Costacurta. Hvør vakrari og betri enn annar.

9 umfar

B36 – AB

Heini

Her fer B36 avstað við øllum, tí teir eru komnir í gott í gongd og fara at liggja í topp 3 í oktobur mánaði, tá alt skal avgerast.

Teir hava fingið ein tann besta leikaran í Føroyum at leggja upp til mál, nemliga Hans Paula í EB/Streymi. Hann er komin væl inn á liðið og matchar væl saman við Lukasi og Jákupi. Og teir koma at vinna nógv stig á heimavølli og tað gera teir eisini á grannunum av Argjum,  sum slet ikki eru komnir í gongd. Eg haldi teir hava skuffað higartil, tí teir hava gott fólk á papírinum, men teir eru meira eitt mittararlið í oktober. B36 – AB, 3-1

Mortan

AB er komið í niðurflytingarváða. Teirra framsøkna ætlan um at enda í oddinum í føroyskum fótbólti, er eins og tilætlað og  sannlík, sum at Jóna Mortensen, tingkvinna, fer at bera flaggið fremst í ólavsøkuskrúgonguni. B36 fer at fáa ein lættan leikdag og Jákup á Borg fer at hugna sær á síðuni, og harvið  smíða seinasta seymin í kistuna hjá Oddbjørn Joensen, AB venjara; fyrsta uppsøgnin. B36-AB, 3-0

HB – Víkingur

Heini

HB er nokk tað liðið, sum hevur skuffað mest, teir hava fingið for fá stig, og Heðin hongur í einum klønum tráði, sum eg skilji tað. Um teir skulu fáa nakra sum helst vón um eitt FM, skulu teir vinna á sterka Víkingi, sum hevur ein tann besta hópin í Føroyum – teir hava so tann dýrasta hópin við fleri landsliðsleikarum, sum Sigfríður nokk skal fáa at dansa í takt. Eg vænti, at Víkingur fer at vinna dystin, tí teir eru betur fyri mann til mann.

Mortan

Everlasting, yndislgi og fagurligi darling hjá Víkingi, Suni Olsen, fer at rekja skammblettin úr HB. Heðin Askam er bebbaræddur fyri Sigfríði Clementsen, sum er ein gløggur venjari og kennir HB sum sín egna lumma, og eg vænti, HB fer at tapa dystin. Sigast skal tó, at hóast um Víkingur vinnur bardagan sunnudagin, fer HB at koma sterkt aftur seirri. Tað er HB!  HB-Víkingur 0-2

NSÍ – KÍ

Heini

Runavíksingar hava fingið eina góða byrjan, teir komu gott nokk í víkingamaskinum seinasta sunnudag, tí teir hava fleiri leikrar við lítlum royndum í bestu deildini. Skilji teir hava 3-4 tannáringar í liðuppstillingini, og tað er flott,  at teir hava fingið samlað so nógv stig, og so hava teir Klæmint, sum rakar málið 9 av 10 ferðum, hann er tann mest umráðandi persónurin á liðnum, spælir hann væl, fær NSÌ stig. KÍ hevur fingið nógvar góðar leikarar og ein harðan fana sum venjara. Um teir fáa gongd í maskinaríið, so verða teir ringir at steðga, men teir hava ikki fingið bestu byrjanina. Men eg vænti, at teir kunnu taka stig í Runavík, um teir spæla upp til sítt besta. NSÌ – KÍ, 2-2

Mortan

Torførasti dysturin at tippa hetta vikuskiftið, tí nógvir pengar standa uppá spæl fyri at fáa fjórða plassið, ið fer vinna liðunum rættindi til blokkstuðulin frá FSF, fyri síðan at fáa horfiknu spælararnar úr Eysturoynni í egnan hóp. Nervapirrandi, men KÍ fer at vinna tepurt. NSÍ-KÍ, 1-2.

ÍF – FC Suðuroy

Heini

ÍF hevur eitt gott lið, sum  ikki hevur fingið bestu byrjan á kappingarárið, har er gott fólk komið til, millum annað besti áloyparin í fjør í gongd, Laval. Men hava teir ikki fingið í gongd enn. Men nú hava teir vunnið á Føroyameistarum og KÍ á heimavølli so á heimavølli koma teir at fáa nógv stig og tað gera teir esini á FC Suðuroy, sum eg ikki kenni so nógv til, men vænti fer at liggja og kappast við EB/Streym um plássini niðast. Teir fara suður við ongum.ÍF – FC Suðuroy, 3-0

Mortan

ÍF eru sterkir í Fuglafirði og FCS eru ikki so sterkir á útivølli. Hóast FCS hevur spælt 3 góðar dystir í seinastuni, so fara ÍF-arirnir at verða ov góðir at matcha defensiva spælistílinum hjá Jóan Paula Olsen. Tað er á Eiðinum at FCS fer at vinna stigini, og tað er ongin katasfrofa um teir tapa móti ÍF.
ÍF-FC Suðuroy, 3-0

EB/Streymur – TB

Heini

EB/Streymur er eitt lið, sum bara kann yvirraska í ár, teir eru ungir og raskir, men hava fingið oyrini í maskinaríið nakrar ferðir í ár. Skulu teir hava hasi 20-25 stig í oktober, skulu teir byrja nú, og tey skulu koma á heimavølli móti liðum sum TB, AB og FCS. Men eg dugi illa at síggja teir vinna TB sunnudagin, tí TB sær út til at hava fingið stabiliserað seg, og hava fingið stig seinastu dystirnar, og Páll hevur fingið okkurt at rigga har suðuri. Páll er annars ein gamal kenningur, tí hann hevur verið venjari í tveimun umførðum hjá EB, millum annað hjá mær.

EB/Streymur hevur mist eitt heilt lið seinastu 2 árini, tað er einki lið, sum kann tola at missa leikarar sum Arnbjørn, Hans Paula, Marna, Sorin, Levi, Pætur, Gert, Egil og René, fleiri landsliðsleikarar. So hatta unga liðið við ongum royndum skal standa sína roynd í ár, og tað verður ringt. Eg vóni, at teir klára at hanga í deildini, men so skulu teir fáa nøkur stig á kontuna. Men teir fáa bara tað eina stigið móti TB, sjávt um eg vóni teir fáa øll 3.

EB/Streymur – TB 1-1

Góðan dyst, Tvørafólk og vælkomin

Mortan

TB hevur ongan málmann. Teir vita, at okur ikki hava ein málmann, og okur vita, at okur ongan málmann hava, tað fer at seta sín dám á dystin. Við allari óeydnuni, sum er fallin okkum í lut í seinastuni, og tí væntandi dómaratekki til TB, fer EB/Streymur tíðanverri at vinna. EB/Streymur – TB, 3-1

Scroll to Top