Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Mortan og Pætur gita um umfarið

Mortan og Pætur gita um umfarið

| On 11, Apr 2015

Tað gekst sera væl við tippingini hjá mær seinast. Uni fekk fýra røtt skot, men ongan fultreffara. Eg, harafturímóti, fekk tvey røtt og tveir fultreffarar.

Støðan er nú:

Vinir: 11 stig
Mortan: 14 stig

11132074_10205933952808581_154764189_nTipparin í dag er ein B36ari um ein háls. Hann er ein íðin fjeppari, ið fylgir hvíta felagnum kring alt landið. Hann var eisini ein, ið var við at stovna White Tigers, fjepparafelagið hjá B36. Pætur Eyðunsson Jensen hevur ikki havt eina glæsiliga fótbóltstíð. Hann hevur fyri tað mesta spælt fyri triðbesta liðnum hjá B36 og hann hevur eisini havt okkurt legg í Fram. Størsta løtan hjá Pæturi á vøllinum mann vera, tá hann í 1998 skoraði einasta málið heima á Sandi í einum 0-1 sigri til teir triðbestu hjá B36. Tað er eitt mál meira, enn hvat undirritaði hevur skorað.

Høgrumegin sæst hvussu stórur B36-fjeppari Pætur er við síni B36 tattovering. Hóast hetta, so er Pætur hálvur froðbingur.

6.umfar

FCS-AB

Pætur

Syðsta felagið í landinum er somuleiðis klárt veikasta lið í Effo-deildini. Og tá stuðulsspælarar fáa sær leikbann hvønn dyst, ja, so er torført at fáa neyðug stig. Síggi fyri mær, at vágbingar og sumbingar fara so beint niður aftur við metlágum stigatali í bestu deildini. AB vinnur tó bert við tí eina málinum í jøvnum dysti. FCS – AB 1-2

Mortan

Veðurforsøgnin sigur, at vindur verður á Eiðinum leygardagin. AB hevur spælt 2-3 dystir í vána líkindum og hagtølini siga, at AB spælir javnar dystir tá. Hóast okkurt leikbann í einari sera truplari byrjan, hevur FCS ein greiðan fyrimun á Eiðinum, og teir fara at vísa, at NSÍ-dysturin ikki er eitt eindømi. Í ringum veðurlíkindum eru tað tilvildin, ið ræður, eg vænti, at FCS fær sín fyrsta sigur við einum deyðbólti í undanvindinum. FCS-AB 1-0

ÍF – KÍ

Pætur

Bæði liðini tykjast at hava tað trupult. Fuglfirðingar gjørdu tó sína skyldu í steypakappingini og fingu somuleiðis Clayton í gongd. KÍ, hinvegin, hevur nú ikki vunnið í fýra dystum, íroknað tapið við Margáir 2. páskadag. Mikkjal Thomassen ætlar sær ein sigur nú, men tað verður ikki í Fuglafirði. ÍF-KÍ 2-2

Mortan

Hvørki av liðunum fer at kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur. Hvørki  liðið hevur ráð at tapa, og hetta fer at merkja dystin. Um onki mál kemur í fyrru helvt av fyrra hálvleiki, so vænti eg ikki, at nakað mál kemur yvirhøvur. KÍ er eitt felag, sum ynskir at spæla undirhaldandi, men tað hevur ikki ligið til høgra beinið hjá teimum í ár. ÍF hevur ikki spælt til sítt besta, og eg vænti, at útgangsstøðið móti KÍ er kompromisleyst verjuspæl. Tað kemur onki mál í dystinum. Fyri áskoðaran verður tað eins friðsælt sum at hyggja út gjøgnum gluggan eftir einum staraflokki, ið etur breyðmolar 1.páskadag, meðan KVF spælir eitt morgunlestrarmaraton í bakgrundini. ÍF-KÍ 0-0

NSÍ – HB

Pætur

Klæmint Olsen er eins og í fjør í góðum málhýri. Tíverri fyri hann og NSÍ, so er tó bert talan um botnliðini, hann megnar skora ímóti. HB hevur als ikki verið yvirbevísandi, men teir gera tað neyðuga, sum skal til, og Fróði Benjaminsen skorar einasta og avgerandi málið. NSÍ – HB 0-1

Mortan

HB fer at vinna ein HB-sigur, ein HB-sigur sum eg væntaði at teir fóru at vinna móti TB. NSÍ fer at hava bóltin meira, men HB fer at fáa einastu málini í dystinum, og dysturin fer í sínari heild at koyra á fyritreytirnar hjá havnarliðnum. NSÍ er gott, men HB verður eitt vet betri. NSÍ-HB 0-2

EB/Streymur-Víkingur

Pætur

EB/Streymur – Víkingur Eitt munandi viknað lið úr Sundalagnum í mun til undanfarin ár eigur ikki at kunna gera stórvegis við Finn Justinussen og hinar víkingarnar, sum veruliga tykjast vera komnir í gongd við málskjótingina. EB/Streymur hevur tó yvirraskað, ikki minst við steypasigrinum á KÍ. Fáa tó ikki steðgað einum tryggum víkingasigri. EB/Str.-Víkingur 0-3

Mortan

EB/Streymur er sterkt í Sundalagnum, og FM-biðlanir úr Eysturkommunu fara als ikki at fáa tað lætt. Eg vænti, at dysturin verður javnur at byrja við, men sum hann líður móti endanum, fara profilanir úr Víkingi at hava avgerandi munin, og teir hava teir bestu landsliðsleikararnar í landinum, og so eru víkingar ikki so at syfta, Lava og Olsen fáa hvør sítt mál. EB/Streymur-Víkingur 0-2

B36 – TB

Pætur

Liðini hittust eisini í Løgmanssteypinum, har B36 vann tepurt 2-1. Steypadystir eru mangan øðrvísi enn landskappingardystir, men TB vísti, at teir saktans kunnu bíta frá sær. Meti tó heimaliðið og føroyameistararnar úr B36 eru ov sterkar til tvørámenn í Gundadali. Lukasz Cieslewicz tvey mál aftur og Ibrahima Camara hitt í munandi tryggari sigri hesuferð. B36 – TB 3-0.

Mortan

Lukasz Cieslewicz (tað er ikki bara bara at stava hatta) hevur alstóran týdning fyri B36, tað er hann, sum ger, at B36 er eitt meistaralið, og tí má TB leggja nógv fyri at steðga honum og eisini demma fyri renningunum hjá Ibrahima Camara. Um Martin Tausen fær rætta fótin úr songini sunnumorginin, kann hann saktans byrgja fyri ágangandi flytingunum hjá Lukasz. Eg giti, at Hagbert hevur lumpað Klakstein undan dystinum. TB spældi ikki við sterkasta liðinum í steypadystinum, og hetta fer at merkja tað taktiska uppleggið hjá vertunum, har Arthur og Adu verða í miðdeplinum. Hetta fer at vísa seg at verða achillies-hælurin hjá teimum hvítu. Eg vænti javnleik. B36-TB 1-1