Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Mortan og Thomas Hans

Mortan og Thomas Hans

| On 21, Mar 2015

Gesturin hesa vikuna er Thomas Hans Lamain Rubeksen. Thomas Hans traðkaði sínar gaggur í B36. Á ungdómsárun var hann kendur sum ein málrevur av teimum heilt góðu. Hann hevði eitt framúr spark umframt eitt gott máltev. Tað var ikki løgið, at hann droymdi at fylla tómrúmið eftir John Petersen í hvíta búnanum, tá hesin gavst á hægsta stigi í 2004. Men illa gekst í hond hjá Thomas Hans. B36 invisteraði í fremmandum leikarum, og Thomas Hans megnaði ikki veruliga at býta seg fastan á besta liðnum. Hann fór eitt natúrligt legg í AB at brýna seg fótbóltsliga í tvey ár, men hópin av skaðum foraðu honum veruliga at røkka sínum potentiali, og tey seinastu árini í sínum fótbóltsotium, var hann einamest húsvillur og hann hevur av tí sama umboðað fleiri feløg í landinum.

Seinast gekst hampuligt í hond hjá tipparunum. Mortan fekk eitt rætt og Janus fekk 2 røtt. Hvørgin teirra fekk nakran fulltreffara.
Samlaða støðan er nú.
Mortan: 5 stig
Vinir: 4 stig

FCS-B36

Thomas Hans

Hesin dysturin skuldi ivaleyst verið lættur at tippað, B36 sum kanska byrjadi eitt sindur skirvasligt, fingu ikki spælið at hanga saman. Verjan arbeiddi ikki saman, men tað sær út til, at vend er komin í. Teir spældu teir  NSÍ av vøllinum, so nu koyrir tað hja B36. Verri er hja FCS. nogvir nýggir spælarar, spæla nytt lið til, og byrja beinavegin við tveimum reyðum kortum. Har má mann geva teimun eitt sindur av toli, kanska vend kemur i, men í løtuni sær temmiliga svart ut. Úrslit: 1-3

Mortan

B36 víst NSÍ hvar skápið skuldi standa, og at teir skulu takast fyri fult í FM-stríðnum. Klakstein hevur fingið skil á verjuspælið, og nú skora teir mál eisini. FC Suðuroy spældi væl í løtum móti TB, men teir gera tað ikki lætt fyri seg sjálvar. Tvær útvísingar og tólv mál eru skorað móti teimum. B36 er greiður favorittur. Úrslit: 0-2

EB/Streymur-AB

Thomas Hans

Nogv hava undirvurderað spælið hja EB/Streymi í ár, sum longu hava prógvað seg spælimessiga at teir kunna geva øllum liðinum mótstøðu. Alt er meira ella minni nytt, menn kempa fyri tí skjott spælandi aggresiva spælinum. Teir prógvaðu seinasta vikuskiftið, at teir ikki eru at kimsa at. Teir áttu at vunnið, men við óhepni kiksaði tað. AB hevur altíð havt trupuleikar við EB/S í Streymnesi, og tad trúgvi eg eisini, at teir fáa hesuferð. AB er nøkurlunda á sama støði, kanska sum EB/S í løtuni, teir kunna liggja og arga øll lið, men kanska tilfelags fyri hesu liðini er á heimavølli, teir kunnu koyra tad heim. So eg trúgvi, tad eru bara tilfeldigheitir ið avgerða hendan dystin. Men eg gevi ein sigur til EB/S. Úrslit 2-1

Mortan

Veðurforsøgnin leygardagin er góð. EB/Streymur hevur fingið tveir javnleikir í illveðrið, og sum støðan er nú, er AB eitt vet betur spælandi enn EB/Streymur. Dreingirnir á felagsliðnum hava latið 8 mál inn. Hesum fer AB at gera sær dælt av, og AB kann eisini halda tætt afturi í verjuni. Úrslit 0-1

Víkingur-KÍ

Thomas Hans

Víkingarnir eru púra svakir i løtuni, ella meira minni altid! Men nu skal ein sigur í hús! Grannauppgerð móti KÌ, eingin dystur vunnin enn, so bestemt kann tað ikki smakka betur i munninum, at fáa 3 kærkomin stig ímóti teimum sokallaðu “røsku norðinginum” Víkingur hevur manglað tað seinasta í hvørjun dysti, og ta hevur akkurat ikki rokkið til sigur, men eg trúgvi teir eru klárir nu, og fáa 3 stig ímoti KÍ.

Eg trúgvi ikki at KÍ fær gjørt tað stóra moti Vikingi. Víkingar eru sterkarri og aggresivari, KÍ koyrir mest uppá langbóltar og deyd bóltar. Eg trúgvi ikki, at tann stílurin klárar at fella víkingar, teir eru nøkur prosent grammari eftir bóltinum enn KÍ. Tad verður ein tættur og harður dystur, har bædi eru svong eftur einum sigri. Men sorry KÌ, har fáa tit einki. Úrslit, 3-1

Mortan

Víkingur má og skal hava ein sigur móti KÍ. KÍ eru eitt sindur særdir eftir dystin móti HB seinasta vikuskifti, hesum fer víkingur at gera sær dælt av. Eg vænti at Víkingur fer at trýsta KÍ høgt uppi og harvið leggja støðið undir einum tryggum sigri. KÍ spælir beinleiðis álopsfótbólt men Víkingur hevur sterka verju, og teir megna at fyribyrgja øllum vandum á heimavølli móti klaksvíksingum. Úrslit 2-0

NSÍ-ÍF

Thomas Hans

NSÍ byrjadi sum ein flygvandi kanón, bankadi bóltanir inn, og har var einki at gera. Eg eri sjálvur sikkur í, at hatta er onkursvegnað eitt sindur av byrjanarheldi, og sindur uppá at hini lidini hava ikki verið klár og undurvurderað NSÍ eitt sindur. B36 spældi teir út av vøllinum i Gundadali seinast. So nu trúgvi eg, at NSÍ er komið á nørkurlunda tað støðið, teir skulu ella eiga at vera á. So ein javnleikur her, er vert at oddsa uppá, vit kenna øll ÍF, rættuliga svingandi tey seinastu árini, eingin trýr nakrantíð orduliga uppá teir, men teir hava prógvað ferð eftir ferð at teir kunnu. Clayton sær út til at vera komin i form, og geva verjuni skarpan gang við góðum pressi frá viðleikarinum, so mál koma avgjørt i hesum dystinum, men trúgvi at bæði liðini verða varðin. IF spældi javnleik seinast,  NSÍ tapti. so eingin av liðunum kunnu tapa hendan dystin, so eg trúgvi ein javnleikur verður spældur ”stille og roligt” heim. Úrslit, 1-1

Mortan

Hesin dysturin er sera torførur at gera eina meting yvir. ÍF hevur havt eina misjavna kapping, teir hava spælt 3 javnleikir, millum annað móti HB og Víkingi. Teir høvdu kannað sær bitan móti EB/Streymi, men her endaði eisini javnt. NSÍ kom skjótt úr blokkinum, men eins skjótt niður á jørðina aftur. Hesin dysturin luktar av javnleiki, hvørgin torir at vinna dystin. Úrslit, 0-0.

HB-TB

Thomas Hans

HB er komið ígongd. Spæli flýtur, allir menn eru meira ella minni tøkir, teir skullu vinna allir dystir í Gundadali, og ein sigur er ikki at diskutera her. HB fer inn vid góðum sjálvsáliti frá seinasta dysti, har teir nakkaðu KÍ. Tad skjótt góða og farliga spæli hja HB i Gundadali er ringt at sláa. Teir skulu hvørfall hava ein ringan dag, um teir ikki knekka TB, so her sigi eg avgjørt ein sigur til HB.
TB er flúgvandi, ongan dyst tapt, liggja í toppinum og lagið er gott á tvøramonnum. Men kanska felli eg eitt sindur til tað sama vid NSÍ, og tad góða steðgar einaferð. Sorry TB, tað ger tað eisini fyri tykkum, og tad ger tað hesa ferð. Fyrsta tap stendur fyri skotum. Men einki at ivast í, so verður tað eitt heiðurligt tap. TB kempa sum úlvar á skó hvønn dyst, ein litil tysk maskina kundi mann kanska kalla tað. Absolut ein litil marra fyri øll lið at spæla imoti, hvørfall á Sevmyri*. Her gevi eg  HB ein sigur, kanska ikki so lættan sigur, men HB klárar at koyra tad heim her.
Úrslit 2-0.

Mortan

Bæði liðini liggja jøvn í Effodeildini nú 3 umfør eru spæld. Er talan um ringa byrjan fyri HB ella ein góða byrjan fyri TB skal verða ósagt her, men tað verður uttan iva ein spennandi dystur í Havnini. Søguliga er Gundadalur sterkasti heimavallarskansi í landinum. TB noyðist at spæla sítt besta spæl, um teir skulu knógva HB. Fær TB eina góða byrjan á dystin kann alt henda, men HB kenna sína vitjanartíð betur enn nakar, og vinnur ein snikutan sigur við ófatuligum hepni, har bólturin rakar í ein leikara sum snýtir Ivan til 1-0, og við einari dómarafadesu til 2-0 fer HB at kanna sær øll stigini. Adu fær troystarmálið hjá TB seint í dystinum. Úrslit 2-1

*Tú áttu at komi suður oftari, Thomas Hans. TB hevur fingið nýggjan leikvøll. Men eg gevi tær rætt, tað var ringt at spæla á Sevmýru.