Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Móttøka við Stórá leygarkvøldið

| 16/05/13

Vallarhúsið við Stórá letur upp alment leygarkvøldið, og ikki fyrst í komandi viku, sum fyrr sagt frá.

Móttøka verður við Stórá leygarkvøldið millum kl. 19.00 og 21.00, og øll eru hjartaliga vælkomin framvið at síggja snotuliga ítróttarhúsið.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentunarnevnd Tvøroyrar Býráðs, André Dalfoss, formaður í Tvøroyrar Bóltfelag og Charlotta Nielsen, formaður í ungdómsdeildini hjá TB, fara at røða.

Ungdómsdeildin hjá Tvøroyrar Bóltfelag fer í samband við at húsið letur upp alment at handa øllum børnunum í felagnum eina serliga felagsgávu. Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina ábending um innihaldið í pakkanum, men sagt verður, at talan verður um eina sera spennandi gávu.

Umframt at vitjandi hava høvi at síggja alt húsið, so verða tey eisini boðin til kaffi, køkur og sunkist.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing