Myndakapping í samband við Bingo

Online-bingoið hjá TB hevur veruliga bitið seg fast seinastu vikurnar, sum eitt tíðsfordrív, ið fólk kring alt landið, ja enntá uttanlands, hava stóra gleði av. Vit í felagnum eru sjálvandi glað fyri at hava funnið eitt gott íkast til raksturin av felagnum, ikki minst nú tíðirnar eru so løgnar, og tí vilja vit alla tíðina royna at gera konseptið enn betur.

Komandi 14 dagarnir fara vit tí at heita á tykkum um at senda inn myndir, tá tit spæla bingo. Verið gjarna kreativ/stuttlig/stuðlandi og hvat tit annars hava hug til.

Ætlanin hjá okkum er, at gera okkurt stuttligt við myndunum, tá kappingin er liðug. Leggið myndirnar í bólkin hjá Tvøroyrar Bóltfelag á Facebook her https://www.facebook.com/groups/49963574865 og “taggi” tey, ið eru á myndini, ella send myndina til 1892bingo@gmail.com .

Freistin at senda myndir inn er fríggjadagin 22. mai.

Eigarin av vinnandi myndini fær eitt gávukort áljóðandi 600,- frá Bónus og TB-lutir/ “merchandise”, ið er húgva, turriklæði, sitiundirlag og pennur, ið hava tað til felags, at TB-búmerkið er á.

2. og 3. bestu myndirnar fáa hvør sítt gávukort áljóðandi 250,- til Bónus og TB-“merchandise”, eins og vinnandi myndin.

So sendið inn og verið við í stuttligu kappingini!

TB tilskilar sær rættin til onkuntíð at brúka myndirnar í samband við lýsingar fyri online-bingo.

Scroll to Top