Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Næstbesta liðið aftur fyri tapið

| 23/06/13

1. deild: TB 0-2 HB

Tað vóru tvey lið í hvør sínum enda á stigatalvuni, ið spældu móti hvør øðrum við Stórá leygardagin. HB hevur verið einaráðandi í 1.deild, og teir liggja eisini klárt á odda í deildini. Hjá TB hevur góða gongdin í byrjanini av kappingini fingið ein steðg, og liðið er í tómgongd í løtuni.

Teir, sum byrjaðu fyri TB, vóru hesir: Aksel Berg var í málinum. Í verjuni vóru Kim og Jón Tórur í miðverjuni, Jákup Thomasen á høgrabakki og Petur Mortensen á vinstra. Mikal Jespersen skuldi var defensivur á miðjuni, Carl Bech í høgru, Allan Smedemark í vinstru. Sentrala leiklutin á miðvøllinum røkti Jín Thomsen, framman fyri hann var Heini Mortensen, og sum fremsta álopsess hevði Hans F Hansen sett seg sjálvan, við einari roynd at fáa sindur av dynamiskari tyngd í álopsspælið. Á bonkinum vóru, Ólavur Sigurheim, Bárður Lisberg, Chris Craib og Einar Petersen.

Tað byrjaði sum væntað. HB legði hart út, soleiðis at teir kundu fáa málið, ið møguliga kundi fáa TB niður við nakkanum, men Jón Tórur stýrdi verjuni væl, og sum heild tóktust menn miðsavnaðir um uppgávuna. HB-arirnir eru sera fótfimir, og teir duga rættuliga væl at flyta bóltin á vøllinum. Av tí sama gjørdi TB nógv fríspørk, sum ongantíð blívu heilt vandamikil. Kim Roest, ið spældi ein av sínum frægu dystum, kom sveiggjandi við líggjanum einar tvær ferðir, og hann fekk eisini átalu frá dómaranum fyri hetta.

Eftir eini 10 minuttir fer at leika javnari á, heldur enn at spæla bóltin á føturnar á Hans F Hansen, so spældi TB óneyðugar langar bóltar fram eftir síðunum, og hetta tók alla orkuna frá okkum. Aksel Berg, sum TB hevur lænt úr B36, noyddist at verja fyri tvær ferðir, tá HB kom stormandi frameftir. Einasta vandamikla atsókn ið TB hevði, var tá Allan Smedemark og Hans F Hansen í felag pressaðu HB verjuna, og tað endaði við, at lobbið hjá talismanninum úr Leirvík var ov veikt og málverjin loftaði tí.

Júst sum øll við Stórá fyrireikaðu seg til hálvleik, spældi HB seg leyst í okkara vinstru síðu og úr spískum spekkar ein HB-leikari bóltin í kassan til 1-0. Hetta eisini í dystinum í Havnini millum liðini, at HB skoraði beint áðrenn hálvleik. TB hevði ikki meira enn givið bóltin upp, so floytaði dómarin.

Tað sást skilliga, at hetta málið kom sum ein vátur vøttur á okkara menn, tí seinni hálvleikur var ikki tað stóra upplivilsi, sæð við TB optikki. Tá HB kann hava so góðan leikara sum Kára Nielsen á

næstbesta liðnum fer samanspælið hjá teimum altíð at borga fyri góðsku. TB megnaði als ikki at seta trýst á HB, ið nærkaðist alsamt meira og meira einari 2-0 leiðslu.

Teir komu eisini á odda 2-0 eftir at ein tími var spældur. Jón Thomasen og ein HBari renna um kapp, og HB-arin hevur seinasta fótin á bóltinum til málspark. Men nei, dómarin metti at Jákup hevði havt seinasta fótin á, og hornasparkið endaði beint í pannuni á verjukempuni hjá HB, og so var støðan 2-0.

Hetta var málið, ið køvdi TB fullkomuliga, og hóast Karl Øster royndi at mingulera eitt sindur við uppstillingini við nøkrum útskiftingum, var sigurin hjá havnarmonnum ongantíð í vanda.

Næstbesta liðið hjá TB má skerpa seg eitt sindur nú summarsteðgurin nærkast. Menn mugu leggja meira fyri í venjing, tí eftir mínari meting, eru leikarirnir nóg góðir til at spæla í 1.deild. Um eg skal taka okkurt positivt úr dystinum, so má eg framhevja høgrabakkin Jákup Thomasen. Hann hevur spælt framúr í 3.deild, av tí sama er hann sloppin at umboða næstbesta liðið. Ein skuldi ikki hildið, at hetta er hansara fyrsti dystur frá byrjan. Hann var róligur í pressaðum støðum, spældi bóltin skilagott frá sær og vísti í heilum hvussu gott bólteygað hann hevur. Jákup er ikki langt frá at blíva ein seriøsur kappingarneyti til bakplássini á besta liðnum, um hetta er framgongdin.

TB liggur nú niðast á stigatalvuni, við verri málúrtøku enn EB/Streymur.

M.E.