Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Næstflest sektarstig

Næstflest sektarstig

| 15/05/17

Vit hava hugt eitt sindur nærri eftir hvussu nógv kort eru fallin í hesum fyrstu átta umførunum. Tvey av teimum trimum liðunum, ið hava fingið flest sektarstig vóru tey bæði, ið spældu við Stórá í gjár, TB/FC Suðuroy/Royn og KÍ. Triða liðið er Skála.

Sektarstig verða givin fyri tey gulu og reyðu kortini har gul kort geva eitt sektarstig og reytt kort gevur trý sektarstig.

KÍ hevur fingið flest sektarstig av øllum tíggju liðum í Effodeildini, teir hava fingið 24 sektarstig, ið svarar til 18 gul kort og 2 reyð. TB/FC Suðuroy/Royn hevur bert fingið gul kort, men tey eru 21 í tali og harvið er TB/FC Suðuroy/Royn tað liðið, ið hevur fingið flest gul kort. Skála hinvegin hevur eins og KÍ fingið tvey reyð kort, men hava fingið 15 gul kort. Yvirlitið niðanfyri vísir hvussu nógv sektarstig feløgini hava fingið deilt eftir gulum og reyðum kortum.

Heri Kjærbo sat yvir í dystinum sunnudagin ímóti KÍ, tí hann var leikbannaður. Jón Krosslá Poulsen fekk sítt fjórða gula kort í Effodeildini sunnudagin og er tí leikbannaður ímóti Víkingi.

Niðanfyri sæst talva, ið vísir sektarstigini hjá TB/FC Suðuroy/Royn.

Samanlagt eru 147 gul kort givin hesar fyrstu 40 dystirnar í Effodeildini, tey reyðu eru seks í tal. Í miðal svarar hetta til at har vera givin 3,7 gul kort hvønn dyst. Gott og væl sætta hvønn dyst verður eitt reytt kort givið.

Í øllum kappingarárinum í 2016 vóru 468 gul kort og 21 reyð kort givin. Hetta svarar til 3,5 gul kort í miðal hvønn dyst og talið av reyðum kortum samsvarar rættuliga væl við tað miðaltalið, ið er higartil í ár.

Kelda: Faroesoccer.com