Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nevndir mannaðar

Nevndir mannaðar

| 31/10/18

Í gjárkvøldið, týskvøldið 30. oktober, var eyka aðalfundur hjá TB við Stórá, har nevndarval var á skránni. Heilt fitt av fólki var møtt og eydnaðist tað at manna nýggja starvsnevnd og fótbóltsdeild.

Í starvsnevndina vóru valdir: Henrik Thomsen, Bjarni Nygaard, Martin Bogi Einarsson, Jan Ole Farstad og Sigvald Steinkross.

Nevndin skipaði seg soleiðis: Henrik Thomsen, formaður, Sigvald Steinkross, næstformaður og Bjarni Nygaard, skrivari.

Í fótbóltsdeildina vóru valdir: Hans Olaf Johannesen, Jóan Petur Olgarsson, Páll Nolsøe, Ronnie Midjord, Hallur í Heiðunum,Tórur Mortensen og Jón Tórur Holm.  
Nevndin skipaði seg soleiðis: Hans Olaf Johannesen, formaður, Páll Nolsøe, næstformaður og Ronnie Midjord, skrivari.

Annars tók sjálvur ársaðalfundurin hjá TB, longu hin 30. august,  einmælt undir við framhaldi av samstarvinum við FC Suðuroy og Royn. Boð um avgerðina vórðu send samstarvsfeløgunum beinanvegin tá.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing