Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Neytamykjukapping

Neytamykjukapping

| On 06, Oct 2016

Neytamykjukapping 15. oktobur 2016 kl. 13.00 í Ørðavík.

So er tíðin aftur komin at sølan av lutaseðlum til ta afturvendandi neytamykjukappingina, ið TB hevur skipað fyri seinastu mongu árini, fer at byrja.

Frá fríggjadegnum 7. oktobur og til fríggjadagin 14. oktobur fara fólk frá felagnum hús úr húsi at selja seðlar í samband við kappingina. Seðlarnir kosta 100 kr. stk. Kappingin verður leygardagin 15. oktobur kl. 13. Øll, ið hava áhuga at verða við at síggja tarvskálvin gera sína skyldu, eru vælkomin til Ørðavíkar. Kálvurin er uml. hálvtannað ára gamal, og er hetta tí av besta kjøti.

Áðrenn vinnarin fær kálvin, er møguleiki at fáa hann slaktaðan og skornan í fjóðringar. Í fjør vann Varðin Pelagic og bleiv hann burturlutaður millum starvsfólkini á virkinum, soleiðis at 4 starvsfólk fingu ein fjórðing hvør.

Við fótbóltskvøðu TB