Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Neytamykjukapping

Neytamykjukapping

| 11/10/15

Aftur í ár fer TB at selja lutaseðlar og skipa fyri neytamykjukapping í Øravík 24. oktobur kl. 13.00

Frá mánadegnum, 12. oktobur og vikuna út, fara fólk frá felagnum hús úr húsi at selja seðlar í samband við kappingina.

Í Vági hava vit tó avgjørt at leggja seðlar til sølu í kioskini á Torginum.

Seðlarnir kosta 100 kr. stk.

Kappingin verður leygardagin 24. oktobur kl. 13. Øll, ið hava áhuga at verða við at síggja tarvskálvin gera sína skyldu, eru vælkomin til Øravíkar.

Kálvurin er uml. hálvt annað ára gamal, og er hetta tí av besta kjøti.

Áðrenn vinnarin fær kálvin, er møguleiki at fáa hann slaktaðan og skornan í fjóðringar.

Í fjør endaði kálvurin á Sandoynni hjá einum væl nøgdum sandoyingi.