Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nógvar venjingar yvir vikuskiftið

| 27/02/12

Mynd: Guðrun Nystrøm

Í sambandi við at FSF hevur skipað fyri B1-venjaraskeiði í Suðuroynni um vikuskiftið, hava  tað verið ein rúgva av venjingum á Sevmýri og inni í høllini í Trongisvági. Umleið 30 børn, í aldrunum 6-11 ár, blivu vand fríggjakvøldið, leygardagin og aftur sunnudagin, og hóast veðrið kundi verið betur, so var hugurin sera stórur hjá børnunum, sum glað og spent møttu upp. 13 venjarar fingu sunnudagin prógv sum B1 venjarar, og flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari. Vit í ungdómsdeildini hjá TB ynskja hervið at takka Fótbóltsambandinum fyri skeiðið, og børnunum fyri teirra hugagóðu luttøku.

Ungdómsdeildin

MYNDARØÐ, ið er tikin av Guðrun Nystrøm

Kjakið gekk væl á venjaraskeiðinum um vikuskiftið