NSÍ kemur á vitjan

Ein kann ikki siga, at tað er gott fyri blóðtrýstið um ein stuðlar TB.  Túranir frá aldukambi niður í aldudal eru afturvendandi. Okur hava nóg illa hóra okkum undan hesi seinastu tvey árini, og nógv bendir á, at TBarar enn einaferð mugu brynja seg til eitt satt nervakríggj.

Eftir snópisliga tapið vesturi í Sørvági, er NSÍ næsta liðið, sum vitjar í Trongisvági.

Dystirnir í Effo-deildini millum hesi bæði liðini, hava verið sera javnir. NSÍ, eins og okur, er eisini sært eftir ein lemjandi ósigur móti EB/Streymi. Teir vilja fyri alt í verðini vaska henda skemdarblett av sær, og enn einaferð verður tað uttan iva, ein tættur og harður dystur hjá okkara monnum.

Hóast fá umfør eru eftir kann NSÍ saktans náða einum plássi í Evropa, hetta er ivaleyst ein fongur hjá teimum, tí kappingin um leikararnar í Eysturoynni er sera hørð.

Í TB mugu okur tíðanverri ásanna, at okur hava mist alt ov nógv “býtt stig.” Hetta skal als ikki skiljast soleiðis, at greinskrivarin sær niðurlátandi á mótstøðuna, men 6 stig móti botnliðnum, mistu á stokkinum móti ÍF, B36 og KÍ. Alt eru hetta úrslit sum skera ein í hjartað.

Hesin tendensurin hevur verið greiður í nøkur ár nú. TB hevur klárað seg lutfalsliga væl móti toppinum, samstundis ið okur klodda stig vekk móti botninum.

Tað góða er tó, at ofta liggur feilurin hjá okkum sjálvum. TB hevði t.d. allar møguleikar at avgerða dystin í Sørvági. Bæði Ndende og Arthur vóru leysir við málmanninum, umframt at ein ófyrigevilig støða í seinna hálvleiki, har fimm TBarir koma stormandi móti tveimum 07 Vestur-leikarum í einum mótálopi, men onkursvegnað so fór gylti møguleikin fyri skeytið.

Heimasíðan ynskir øllum, nær sum fjar, ein góðan og (ikki ov) spennandi dyst sunnudagin, har TB sjálvandi vinnur!

Einaferð, altíð!

M.E.

Scroll to Top