Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nú ræður tað veruliga

Nú ræður tað veruliga

| 30/08/13

Effodeildin er ávegis í avgerandi fasuna og TB hevur fyri framman nakrar dystir, ið eru altavgerandi fyri víðari luttøku í bestu deildini í landinum. TB byrja hesa avgerandi fasuna móti KÍ í Klaksvík. KÍ er undan hesum dystinum liðið, sum vit eru í hølunum av fyri at bjarga okkum undan niðurflytingini.

KÍ hevur eftir 20. umfar 21 stig og liggja altso á 8. plássi, meðan vit eru í 9. plássi við 16 stigum fyri 20 dystum eisini. Beint omanfyri KÍ liggur AB, sum hevur 22 stig. Sostatt má sigast, at tað er tætt í botninum, har alt meira ella minni sá út til at vera avgjørt longu tíðliga í kappingarárinum, tá 07 Vestur og AB lógu á hesum niðastu plássunum.

AB fekk vent gongdini meðan TB stagneraði og fekk nærum ongi stig í eina langa periodu og tí eru AB nú farnir upp um niðurflytingarstrikuna, meðan vit í løtuni liggja á hesum psykiska niðurkoyrandi plássinum og onki vil rigga heilt sum vit vónað.

Páll skal veruliga royna seg

Hesin dysturin móti KÍ verður ein heilt serligur dystur eisini fyri okkara nýggja venjara, sum var venjari í KÍ fyrr í ár, men bleiv síðani koyrdur og KÍ hevur ikki veruliga megna at funnið stevið. Vit vóna tó, at Páll megnar at fáa okkara menn upp at koyra, so mikið nógv at eitt sindur av tí villskapinum vit vita teir eru góðir fyri kemur fram leygardagin, tá teir fara at dystast um trý sera avgerandi stig.

Vinna vit hendan dystin, so koma vit munandi nærri einari yvirliving, tí so kunnu vit meira enn hóma AB og KÍ, ið liggja beint um horni á veg innum kilometurportin.

Mugu hava stig nú

Tíðin er komin har til at tað veruliga ræður og nú skulu stigini inn á kontoina. Páll Guðlaugsson hevur nú havt tvær vikur síðan seinasta dyst at fáa arbeitt við hópinum og gjørt sær teir tankar, ið skulu til fyri at fáa vent gongdini og fáa moralin upp og stigini inn á kontoina.

Páll stóð við stýrispinninum, tá 1. deildarliðið tók móti EB/Streyym mánakvøldið og hevur hann tí havt møguleika at hugt eftir nøkrum av teimum ungu dreingjunum. Møguliga ein Arthur Poulsen verður ein jokari til ein av komandi dystunum. Teitur Justinussen kann vera fluttur longur fram á vøllin, hann hevur meginpartin av árinum leikt sum bakkur, men mánakvøldið leikti hann á miðvøllinum.

Vit hava brúk fyri at kortini vera blandaði av nýggjum og hetta hevur Páll havt tíð til at fyrireika upp til dystin móti fyrrverandi arbeiðsgevaranum, KÍ.

Yvirliving er alfa og omega

Ikki yvirraskandi er ætlanin at tryggja okkum víðari luttøku í Effodeildini og hetta kom eisini klárt og týðiliga til sjóndar, tá vit høvdu eitt prát við liðskiparanum, Rógva Joensen. Hann segði millum annað, at tað er alfa og omega at vit varðveita plássið í bestu deildini til næsta ár eisini.

Komandi dystirnar

Teir fýra komandi dystirnar, byrjandi við KÍ, vera avgerandi fyri okkara yvirliving í Effodeildini.

Hóast vit sjálvandi skulu taka ein dyst at gangin, so um vit lýta fram eftir í kappingina, so hava vit ein dyst móti 07 Vestur 15. september í Vágunum, sum verður næsti dystur aftaná KÍ, vegna landsliðssteðg. Í hesum dystinum ber eisini væl til at fáa trý stig, hetta skal helst vera ein dystur har vit fáa tey trý stigini og so byrjar tað at líkjast hjá okkum.

Umfari aftaná taka vit móti NSÍ og teir liggja mitt í stigatalvuni og hava svinga sera nógv í teirra dystum. Hendan dystin skal bastiónin við Stórá helst vísa seg, at verða okkara borg og vit fara at senda runavíkingar norður við absolutt ongum!

Aftaná NSÍ hevur verið á vitjan er túrurin komin til aftur at taka ímóti Argjamonnum, sum seinastu tíðina hava fingið ordiliga viðvind á súkklubreytini, men vónandi fær hetta ein bráðan enda og vit til hendan dystin kunnu vera omaná.

Tað er als ikki ógjørligt

Hóast drúgva mótbrekku síðani summarsteðgin, so er yvirlivingin í Effodeildini als ikki ógjørlig, tað er so púra vist. Í seinasta kapparingarárið megnaðu vit at halda spenninginum líka til allarseinast bríksl í deildini!

Okur vilja vinna og okur vilja sanniliga eisini vera verandi í bestu deildini! Koyrið á dreingir!