Null stig heim við frá Margáum

Tíverri bleiv tað ei heldur í triðja umfarið, at tað eydnaðist okra menn at heinta stig heim við til Tvøroyrar. Talan bleiv um ein dyst har okur í sannleikans navn ikki vóru í nánd av einum sigri, ei heldur einum javnleiki fyri so vítt.

Rætt skal vera rætt, TB byrjaði dystin betur enn heimaliðið, men tíverri bleiv hetta ikki umsett til nakað brúkbart. Okur høvdu bóltin meira ein stóran part av fyrsta hálvleiki, men síðani tók EB/Streymur yvir og tað endaði við at á máltalvuni stóð 2-0 tá farið varð til hálvleiks.

Í fyrst hálvleiki fáa okur nógv gul kort, sum eisini er medvirkandi til at eitt størri press ikki kann leggjast á EB/Streym í øðrum hálvleiki, orsaka at fleiri leikarar eru í vanda fyri fáa seinna gula kort og harvið reytt. Fleiri av teimum gulu kortinum okur fáa eru órutineraði og áttu ikki at verið neyðug. Samudeen fær gult kort fyri film í brotssteiginum hjá heimaliðnum. Dagfinn Forná, ið var dómari, ivaðist ikki og gav Samudeen eina ostaflís.

Í øðrum hálvleiki mundi okur tó reduserað rættiliga skjótt, tá John í málinum sparkaði fram – Mads Raben gjørdi eina fína avlevering til Rógva Joensen, sum var sentimetrar frá at skora triðja málið í ár.

Um dómarin vildi, so kundi hann dømt brotsspark til okum, tá Ndende varð taklaður í brotssteiginum, men her valdi Harra Forná at lata floytuna vera stilla. EB/Streyms leikarin rakti als ongan bólt, men tók Ndende niður...

Ein av útskiftingunum sum munaðu í dystinum var tá John Villi kom inn fyri ein annars rættiliga anonyman Mads Raben. John Villi hevði fleiri fínar atgerðir – har í millum eina fína detalju, tá hann tók bóltin við sær við hælinum upp um ein verjuleikara hjá EB/Streym og inn í brotssteigin. Tíverri megnaði EB/Streyma málverjin at verja fyri.

Okur hava eisini hug at ikki hugsa okum alt ov væl um. Millum annað eru okur hopleysir optimistar, tá okur halda, at í einum dysti har tað mesta ikki riggar alt ov væl, at okur kunnu skjóta mál næstan frá miðjum vølli. Jú, jú undanvindur var, men tað skal valdast.

Annars er tað rættiliga óheppi at EB/Streymur hevur fingið stoypt ein himmalhøgan garð rundan um vøllin. Hetta saman við vinkulin hjá myndatólinum hjá Televarpinum og leikaraskýlunum ger at ein partur av vøllinum og harvið spælinum sæst ikki á sjónvarpinum.

Scroll to Top