Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nýggj stroymingartænasta

Nýggj stroymingartænasta

| 15/05/17

FSF hevur ment eina stroymingartænastu, sum fer at gera tað lættari hjá øllum at fylgja við í føroyskum fótbólti. FSF sigur soleiðis um nýggju stroymingartænastuna:

Hesin pallur finst sum heimasíða og app har dystir í Effo deildini og øðrum úrvalsdeildum hjá FSF verða stroymaðir. Møguligt verður eisini at stroyma eitt úrval av dystum hjá føroyskum landsliðum. Endamálið við tænastuni er at gera føroyskan úrvalsfótbólt meiri atkomuligan í Føroyum og uttanlands. Umframt at dystir kunnu stroymast verða teir eisini tøkir at síggja, tá teir eru liðugt spældir. Annað tilfar hjá FSF og feløgum verður eisini at finna á pallinum. Umsiting av pallinum hevur Spring Media.

Tænastan er ókeypis fram til 15. mai 2017 tá daghald ella mánaðarhald, kann teknast. Kostnaður fyri dagshald er kr. 39 og fyri mánaðarhald 79 kr. Tekning fer fram á www.fsf-livestream.com

Vitja nýggju stroymingartænastuna her.