Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nýggja TB Húsið latið upp

Nýggja TB Húsið latið upp

| 18/05/13

Endiliga upprann dagurin har vit kunnu siga, at nú er fótbóltsumhvørvið við Stórá endaligt liðugt, tí húsið varð í kvøld latið upp. Nógv fólk var komið saman í samband við, at Tvøroyrar Bóltfelag hevði boðið inn til eina løtu har almenningurin fekk høvið at síggja umstøðurnar, sum Tvøroyrar Bóltfelag nú hevur fingið.

IMG_1160

Ongin slík løta uttan røður, í alt vóru fýra røðarar: Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir bæði frá Tvøroyrar Býráð og síðani tvey umboð fyri TB, Charlotta Nielsen og André Dalfoss.

Røðan hjá Charlottu var samstundis eisini serlig í tí sambandi at hon avdúkaði tríggjar bóltatrampolinir, ein stór og tríggjar minni. Tann stóra er ein gáva frá NJM og Delta Seafood, meðan hinar tríggjar eru givnar av Suðuroyar Sparikassa og Tvøroyrar Klubba.

IMG_1241

Óli Johannesen fekk heiðurin at sparka fyrsta bóltin á ta stóru bóltatrampolinina. Eftir hetta fingu tey ungu, sum vóru komin inn til Stórá møguleika at stuttleika sær við hesum saman við leikarunum frá Effohópinum – eftir øllum at døma stórhugnaðu børnini og tey ungu sær stórliga.

Nú fara hesar bóltatrampolinir at gerast ein partur av teknisku venjingina hjá teimum ungu í felagnum – hesar eru eisini fyrstu av sínum slag her í Føroyum. Enn eina ferð tekur TB stig til eina nýmenning og nýskapan innan føroyskum fótbólti. Vit vónað at hesar tríggjar bóltatrampolinir koma felagnum og ikki minst teimum ungu til góðar.

IMG_1347

Eisini var boðið til okkurt leskiligt eftir røðurnar vóru hildnar.

Sum heild var onki at ivast í, fólk lótu sera væl at umstøðunum, sum TB nú hevur fingið. Vit her á heimasíðuni eru eisini rættuliga imponeraði yvir, hvussu væl okkara nýggja TB hús tekur seg út.

Myndir

Nakrar stemningsmyndir vóru tiknar inni við Stórá, tær kunnu síggjast á Facebook umvegis hesa leinkjuna.