Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nýggjan heimasíðurøkil

Nýggjan heimasíðurøkil

| 19/05/14

Eftir at hava staðið fyri meginpartin av heimasíðuna hjá Tvøroyrar Bóltfelag er tíðin nú komin at takka fyri meg. Undirritaði hevur tey seinastu 4-5 árini verið heimasíðurøkil og nú er tíð at geva stafettina víðari til ein nýggjan.

Sum heimasíðurøkil fær tú royndir sum webmaster, høvundur av dystarupptaktum og dystarreferatum. Eisini hevur partur av arbeiðnum higartil umfata dagføring av stigatalvuni, at leggja dystaryvirlit út og ymiskt annað.

Heimasíðan byggur í verandi løtu uppá WordPress skipanina, ið er ein tann lættasta at fáast við. Lætt, skjótt og einfalt at arbeiða við í síni hald. Møguleikarnir eru stórir við WordPress.

Afturat heimasíðuni hevur undirritaði staðið fyri dagføringar á almenna Twitter profilinum hjá TB. Hesin krevir ikki stórvegis viðlíkahald og kann lættliga nýtast tá dystir eru. Hetta hugskotið var sett hol á undan hesum kappingarárinum og fjepparirnir nær og fjar hava tikið væl móti hesum.

Umframt undirritaða eru í løtuni tveir aðrir høvundar fevndir at heimasíðuni, Jens Rói Sørensen og Mortan Enni.

Hevur onkur hug at átaka sær hendan postin, er viðkomandi vælkomin at venda sær til mín og fáa meira at vita.

Takk fyri meg.

Jan Smedemark
jan@smedemark.com / 22 83 32