Nýggjársheilsan frá TB

Tvøroyrar Bóltfelag vil við hesum ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við vón um at 2015 fer at hepnast felagnum væl.

2015 verður eitt spennandi ár fyri felagið og fyrireikingarnar til sjálvt kappingarárið eru í gongd. Leikarir hava vant javnan gjøgnum veturin. Í næstum kemur Páll Hagbert aftur til Tvøroyrar og so fara fyrireikingarnar til Effodeildina av álvara í gongd.

Eins og undanfarnu árini verður tað Karl Øster, sum fer at vera hjálparvenjari hjá felagnum.

Eisini kunnu vit byrja 2015 við at boða frá at Ivan Stojkovic verður málmaður í felagnum í 2015 – sostatt verður tað níggjunda árið hann verður partur av TB.

Sjálv Effodeildin verður bríkslað í gongd 1. mars, sostatt eru nú bert tveir mánaðir eftir til vit endiliga sleppa at síggja Effodeildar fótbólt aftur við Stórá.

Gott nýggjár!

Scroll to Top