Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nýggjur høvuðsvenjari

Nýggjur høvuðsvenjari

| 03/10/15

Nevnd felagsins metur, at tørvur er á, at nýggjar kreftir taka yvir komandi ár og tískil er samstarvið við høvuðsvenjaran Páll Hagbert Guðlaugsson steðgað.

Vit í Tvøroyrar Bóltfelag takka Páll fyri hansara stóra innsats fyri felagið seinasta hálvt triðja árið og ynskja honum alt tað besta framyvir.

Nýggjur venjari er funnin, og vit gleða okkum til eitt spennandi og mennandi kappingarár 2016.

Sáttmáli er undirskrivaður við 45 ára gamla, hollendska venjaran, Robert F. Roelofsen, ið verður høvuðsvenjari í 2016.

Robert F. Roelofsen hevur drúgvar royndir sum venjari síðan 1988, mest úr Hollandi og Týsklandi. Hann kemur nú úr starvið hjá FC Hansa Rostock, har hann hevur verið høvuðsvenjari hjá U23 og hjálparvenjari hjá 1. liðnum. Í árunum 2004 og 2005 var hann eisini ungdómsvenjari hjá U17 í sama felagið og nevnast kann til stuttleikar, at millum ungu leikarirnir hann hevði undir sínum veingjum tá, var núverandi kendi týski landsliðsleikarin Toni Kroos, sum í dag spælur fyri Real Madrid.

Robert hevur eisini royndir úr týsku Bundesliguni hjá VfL Wolfsburg, har hann í 2006/2007 var hjálparvenjari hjá Klaus Augenthaler.

At enda kann nevnast at Robert eisini hevur 3 ár á baki sum undirvísari fyri Hollendsk Fótbóltssambandi KNVB.

Vit ynskja Robert vælkomnum í felagið og gleða okkum til kappingarárið 2016.

Nevndin

Viðmerkingar