Nýggjur málverji

Eftir at tað gjørdist greitt, at málverjin undanfarnu tvey árini, Milos Budakovic, ikki helt fram í TB, hevur TB miðvíst leitað eftir avloysaranum.

Nú er komið á mál og TB hevur skrivað sáttmála við danska málverjan, Frederik Mehder, sáttmálin er fyri eitt ár.

1.88m langi Frederik er 25 ára gamal og kemur úr fótbóltsfelagnum Skovshoved. Hann hevur annars sín fótbóltsuppruna í Brøndby IF og hevur eisini roynt seg í m.a. Hvidovre, Helsingør og Frem. Frererik var her í vikuskiftinum og lat sera væl at umstøðunum við Stórá.

TB ynskir Frederik hjartaliga vælkomnan í felagið og vónar tað fer at gangast honum og felagnum væl í komandi kappingarári.

Scroll to Top