Nýggjur táttur á síðuni

Her á TB heimasíðuni er veruliga við at koma gongd á aftur, eftir at vit av ymsum orsøkum hava ligið í dvala í longri tíð. Nú er Jens Rói Sørensen komin til, umframt at Mortan Enni hevur boðað frá, at hann væl kann traðka til og geva eina hjálpandi hond. Eisini hava vit allierað okkum við Rúna Thomsen, sum eisini kemur at spaða til, mest á myndafrontinum, har undirritaði og Jens Rói eisini fara at syrgja fyri, at tað koma myndir frá dystunum hjá TB.

Hetta er sera gleðiligt, bæði fyri felagið, men eisini fyri tykkum fjepparir, tí nú verður tað munandi meira spennandi at vitja heimasíðu felagsins.

Umframt at hava arbeitt við at fáa nýggjan skrivara inn til felagið, so hava vit eisini arbeitt við at dagføra síðuna. Millum annað hevur ungdómsnevndin fingið sín egna bredda her á menuini. Ungdómsdeildin hevur longu nú tríggjar undirsíður:

  • Vælkomin
  • Ráð til foreldrini
  • Venjingartíðir

Leikarayvirliti hevur verið undir uppbyggnað og nú eru bert tey allaryngstu eftir at fáa inn í skipanina.

Dagsins leikari

Sum nakað nýtt fara vit nú at innføra møguleikan hjá tykkum vitjandi, at koma við tykkara boði uppá dagsins leikara í dystum hjá Effodeildarliðnum hjá okkum. Hetta verður gjørt sum ein atkvøðugreiðsla og verður hetta fastur táttur eftir hvønn dyst, at tit kunnu vitja innar og atkvøða.

leikari

Umframt at vit koma at velja dagsins leikara, so verður tað eisini meira aktivitetur á tí skrivliga frontinum, tí vónandi verður tað bæði upptakt til dystirnar hjá besta liðnum, umframt ein dystarfrágreiðing.

Hinar deildirnar vera tó ikki gloymdar, higartil hevur 3. deild klárað seg sjálvt og hava teir latið inn síni egnu dystarfrágreiðingar.

Vónandi fara øll at taka væl móti nýggja átakinum við at kjósa dagsins leikara.

Scroll to Top