Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Okur eru á veg

Okur eru á veg

| On 31, Aug 2013

Langt um longi bragdaði tað hjá okkara monnum í svørt hvítum, og nú ”eru okur á veg” til at bjarga okkum enn eitt ár í Effodeildini. Dagurin í dag hevur verið illfýsin, men sanniliga er úrslitið langt frá illfýst – tað er praktfult.

Ein kann ikki annað enn frøðast um hesi trý sera, sera kærkomnu stigini! Trý stig, sum gera at vit fult og fast kunnu trúgva uppá at yvirliva í deildini, tí nú hava vit veruliga fingið samband við KÍ og AB, sum liggja omanfyri strikuna.

Páll’s sweet revenge

Páll Guðlaugsson hevur fingið sín fyrsta sigur við sínum nýggja liðið og hetta kann ikki følast annað enn fantastiskt, tí hetta var eisini móti hansara gamla felagið, sum valdi at siga samstarvið við honum upp fyrr í ár, nú er hann við til at basa teir í Klaksvík.

TB endiliga ein sigur í Klaksvík

TB hevur í mong ár havt tað trupult í Klaksvíkini í bestu deildini. Tølini siga, at tað hevur ikki verið ein TB sigur har síðan ’87, men nú kunnu søgubøkurnar gott noterað seg 31/8/2013 niður sum seinasti dagur har TB hevur vunnið móti teimum bláu har norðuri.

Ein spennandi og málríkur dystur

Dysturin bleiv útvarpaður í dag og var tað alla tíðina spenningur í luftini. Tað var ikki Niels Petersen, sum so oftani, ið útvarpaði í dag, í staðin varð dysturin útvarpaður umvegis Rás 2 og frásøgumaðurin Tróndur Arge rópti og ýldi næstan eins nógv sum Niels plagdi.

Av sonnum ein spennandi uppgerð millum hesir liðini, ið kempa fyri at tryggja víðari luttøku í Effodeildini. TB byrjaði uttan iva betur og høvdu nakrar kjansir, men so fáa KÍ eitt mál og so byrja nervarnir uttan iva at meldað seg hjá TB fjepparunum, men eina løtu inni í dystinum fær Ndende so skorað til 1-1 og so sá knappliga munandi betri út.

Hálvleiksstøðan gjørdist altso harvið 1-1 og enn livdi vónin um ein sigur í Klaksvíkini. Hendan vón bleiv veruleiki! Takkað verið málum frá Arthur og Poul, so fingu vit ein 3-2 sigur heim við til Tvøroyrar í dag. Arthur, sum Páll hevði valt at taka við til hendan dystin, takkaði fyri áliti og eftir 51 minuttir tók hann sakina í egnan barm og langaði bóltin í kassan til 1-2 til okkum. Sum heild ljóðaði tað á Trónda, at Arthur í síni Effodeildar debut var ein støðug hóttan, bæði við hesum lívsfarligu innkastunum og so sín óhugnaliga fysikk, sum uttan iva hevur fingið mangar Klaksvíkingar at ræðast og ristast í brókunum.

Nicky hevði eftir hetta tveir risa møguleikar, sum eftir frásøgumanninum skuldu havt givið mál og harvið søkt vónina hjá KÍ, men ístaðin so hendir tað, at KÍ fær útjavnandi málið. Sørmundur Kalsø fekk javna eftir einum horna.

Poul Ingason leikti ein heldur øðrvísi leiklut í dag, hann spældi á vonginum, meðan Arthur var settur heilt upp í toppin – eitt sindur sum vit høvdu gitt eftir at hava sæð 1. deildar dystin mánakvøldið. Arthur var jokarin hjá Páll í dag og sum tey flestu í TB, so hevur hann eitt sera vandamikið vápn í hansara innkastum, sum vera send eins og missilir inn í brotsteigin hjá mótstøðuliðnum.

Poul bleiv seinni, tá Arthur bleiv útskiftur settur fram á hansara vanliga stað og skuldi hetta vísa seg at eisini geva úrslit, tí tá nakrir og 80 minuttir vóru leiktir skoraði okkara heilt egni Poulotelli til 2-3, sum eisini bleiv endaliga støðan og harvið trý stig til okkum.

Í tíðini, sum dómarin, Petur Reinert, hevði lagt aftrat skoraðu Klaksvíkingar, men lukkutíð fyri okkum, so hevði hjálpardómarin flaggið í lofti og veitraði fyri rangstøðu!

Fyrsti avgerandi dystur

Hetta var tann fyrsti av teimum fýra avgerandi dystunum har vit veruliga skulu seta nøsini upp móti at fáa stig. Næstu ferð er um tvær vikur, tá vit fara vestur at møta 07 Vestur.

Vit hava nú 19 stig og tí tvey stig upp til KÍ og trý til AB, har við er vónin als ikki brostin, men livir víðari og vit trúgva sjálvandi uppá at alt fer at fella til okkara fyrimun og at vit aftur í næsta ár eru í bestu deildini hjá monnum.

Dagsins leikari

Dagsins leikari kann nú veljast í høgra bredda.

Viðmerkingar