Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Heini M. Mortensen "Okur eru væl fyri, tað haldi je eisini úrslitini vísa"

Heini M. Mortensen "Okur eru væl fyri, tað haldi je eisini úrslitini vísa"

| 24/06/14

So er løtan komin til enn eina vangamynd. Høvuðspersónurin hesaferð er Heini M. Mortensen, sonur Alva og Óluvu Mortensen ið somuleiðis altíð eru at síggja við Stórá. Heini er ein spælari, ið hevur tikið seg øguliga nógv fram seinastu tvey árini. 2012 var eitt vónbrot fyri heina, tí hann fekk ikki ordiliga møguleikan at vísa síni kynstur. Í ár er tað heilt annaleiðis og Heini hevur bitið seg fastan á besta liðið við sterkum og skilagóðum spæli. Navn : Heini Mikal Mortensen

Aldur : 19 ár

Hædd : 178 cm

Bústaður : Tvøroyri

Yrki : Júst liðugur á miðnámsskúla

Pláss á liðnum : miðvallari

Byrjaði at spæla við TB : hevur verið, tá je havi var um 5-6 ára gamal.

Debut á besta liðnum : 01-04-2013 ímóti B36 í Gundadali. Støðan var 1-0, kom inn í 84 og í 85 javnaði B36 til endaliga úrslitið 1-1. http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=14918&pid=

Tit liggja á einum sera tryggum fyrsta plássi, hvat metir tú tað er, ið ger at tit hava verið so suverenir higartil í ár : Tað er tað, at vit hava eitt ótrúliga gott samanhald á liðnum. Vit eru í góðum formi, og orka allir at kempa í 90 minuttir. Vit eru eisini gott samanspældir, serliga tí, at nógvir av leikarunum hava spælt leingi saman, bæði í vaksnamannadeildini og eisini í yngri deildunum.

Hvussu eru menn fyri í hópinum : Vil siga, at teir eru vælfyri. Og tað haldi je eisini, at úrslitini vísa.

Seinastu tveir dystirnir siga eina málskoru uppá 12-0 í tykkara favør – hvussu halda tit”ferðina” uppi, eftir at hava vunnið alt higartil(uttan ein) : Liði fer inn til hvønn dyst við tí endamálið at vinna. Eisini eru leikararnir ógvuliga uppsettir uppá at royna at koma ósigraðir ígjøgnum kappingarárið.

Metir tú TB fer at “halda allan vegin” og vinna 1. deild : Ja

Verður tú at síggja við Stóra aftur komandi ár, tá tit eftir øllum at døma spæla í bestu deildini aftur : Nú eri je júst liðugur á miðnámsskúlanum, og fari tí at leita mær eftir arbeiði. Ímillum annað havi eg spurt um arbeiði uttanlands, so um tann møguleikin bjóðar seg, so takið je av. Men um ikki, so verið je í øllum førum í TB.

Metir tú liðið er búgvið til Effo-deildina, ella skal tað styrkjast við fleiri leikarum : Hópurin kann breiðkast eitt sindur, serliga tí, at millum annað Ragnar Tausen ikki verður við næsta ár. Og at tað kemur at krevja meiri av leikarunum í Effodeildini.

Tín besta løta við TB : Tað er nokk at vinna steypakappingina 2008, tað var eitt sera gott og gevandi kappingarár.

Ringasta løta við TB : Kappingarárið 2012, tá man slett ikki slapp uppi í part, ikki eingongd at venja við besta hópinum.

Títt stuttligasta upplivilsi við TB : Tað er ringt at velja, tí tað hava verið nógvar ótrúliga stuttligar løtur.

Besti venjari áðrenn núverandi venjara : Tað er Dan Jensen. Hann var venjari hjá okkum í smádreingjadeildini í 2008. Hann var ein ótrúliga góður venjari, haldi sjálvur, at vit tóku okkum nógv fram sum fótbóltsspælarar tað árið hann var venjari. Og so megnaðu vit eisini at vinna steypakappingini, men blivu tiverri akkurát ov stuttir í FM stríðnum.

Stuttligasti persónurin í skiftirúminum og hví : Páll Hagbert, hann hevur altíð onkra krøniku í ermuni.

TB-fyrimyndin hjá tær : Dan Mortensen og Óli Johannesen

Altjóða fótbóltsfyrimynd : Paul Scholes

Hvørjum útlendskum felag heldur tú við : Manchester United Vit takka Heina fyri svarini og vóna at síggja hann á besta liði okkara í mong ár afturat!

Mynd: Jan Smedemark