Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Vangamyndin: Teitur Olsen. "Okur geva aldrin upp!"

Vangamyndin: Teitur Olsen. "Okur geva aldrin upp!"

| 10/06/14

Seinna vangamyndin hjá okkum, er av krútsterka verjuleikaranum Teitur Olsen, av Sevmýri. Teitur er sonur  hollu TB-stuðlarnar  Fróða og Eileen Olsen, og er av mongum mettur at vera feskasta boð uppá ein komandi A-landsliðsleikara úr TB.  Tað er heldur ikki av ongum, at vónirnar eru góðar til eitt A-landsliðspláss, tí Teitur hevur umboðað Føroyar í 11 dystum fyri U-17 landsliðið og í 4 U-19 dystum.

Teitur byrjaði á besta liðnum hjá TB í 2012, einans 17 ára gamal og hevur higartil spælt 65 dystir. Teitur er eitt satt álit á vøllinum – nærlagdur, róligur og gevur seg altíð fult út. Dygdir, ið eitthvørt lið ynskir sær av sínum spælarum!

 

Navn: Teitur Jespersen Olsen.
Aldur: 19 ár
Bústaður: Tvøroyri
Yrki: lærlingur hjá sp/f Hamar
Plass á liðnum: Miðverji

Byrjaði at spæla við TB: Eg haldi at eg var 6 ár, tá ið eg byrjaði at spæla fótbólt.

Debut á besta liðinum: Tað var i 2012 imóti Víkingi í Gøtu. Okur taptu 1-0.

Tit liggja á einum sera tryggum fyrsta plássi, hvat metir tú tað er, ið ger at tit hava verið so suverenir higartil í ár? Okur hava eitt sera gott lið við ungum monnum og hava góðar leikarir á øllum plássum og geva aldrin upp.

Hvussu eru menn fyri í hópinum? Formurin er ok i hópinum.

Metir tú TB fer at “halda allan vegin” og vinna 1. deild? Ja ! Tað rokni eg við. Eg dugi ikki at síggja, hví okur ikki skulu klára at vinna 1 deild.

Eydnast tað TB at rykkja upp í bestu deildina, verður Teitur Olsen so aftur at síggja á vøllinum, í stríputu blusuni í 2015? Ja, tað kunnu tykur rokna við at hann verður i svørtum og hvítum.

Metir tú liðið er búgvið til Effo-deildina, ella skal tað styrkjast við fleiri leikarum? Kanska styrkjast, tí onkur fer av landinum og hópur er smalur.

Tín besta løta við TB? Mín besta løta má vera, tá ið okur vunnu steypakappingina við smádreingjum.

Ringasta løta við TB? Ringasta løta var við dreingjunum, tá ið okur vóru javnir við B36 i stigum og høvdu betri málúrtøku. Men B36 vann dreingjadeildina, tí teir vóru betri innanhýsis.

Títt stuttligasta upplivilsi við TB? Stuttligasta upplivilsið var at vinna 2. deild i 2012.

Stuttligasti persónurin í skiftirúminum og hví? Eg haldi at Òli Johannesen er stuttligasti persónur i skiftirúminum. Hví? Tað er hann bara.

TB-fyrimyndin hjá tær? TB-fyrimynd er Super Dan. Dan Mortensen.

Altjóða fótbóltsfyrimynd? Altjóða fótbóltsfyrimynd er Nemanja Vidic.

Hvørjum útlendskum felag heldur tú við? Eg haldi við Manchester United.

Ein hjartans tøkk til Teitur fyri svarini og tey bestu ynski fyri fótbóltsframtíð hansara – vónandi síggja vit teg á besta TB-liðnum í mong ár!

Myndina hevur Jan Smedemark tikið.

Viðmerkingar