Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Old boys á sigursferð

Old boys á sigursferð

| 24/04/17

Leygardagin 22. apríl var fyrsta umfar í Oldboys 35+ kappingini á skránni, og FSF hevði avgjørt, at ársins fyrstu leikir skuldu leikast í hæddini á altjóðavøllinum Svangaskarði á Toftum.

TB hevur aftur í ár meldað eitt lið til, og vónirnar fyri kappingina í ár eru stak góðar, tí bulurin á liðnum hendan dagin vóru disciplarnir hjá legendariska venjaranum Trónd Nolsøe, sum í 1992 førdi piltaliðið hjá TB til eitt steinsikkurt gullpláss: “class of 92”. Hvør minnist ikki málmaskinurnar K. Roest og V. Nolsøe ella teir føroysku Cole & Yorke, sum onkur tók til, snarljósi M. Enni á vonginum, eleganta prinsin T. Rasmussen á djúptliggjandi miðvøllinum og brutalis í verjuni J. R. Sørensen. Umframt hesar 5, var liðið henda dagin kryddað við evigheitsmaskinuni úr Puntabyrgi, E. Petersen við óhoyrdum 445 skrásettum dystum á Faroesoccer, tekniska vidundrinum av sandinum J. T. Holm, og síðst, men ikki minst gandakallurin úr sunnastu føroysku búsetingini, og fýramálsskjúttin í 11-0 massakruni á Krossinum hin 19. oktobur 1996, ímóti eykaliðnum hjá klaksvíkingum, sjálvur Rene The Giant Thomsen.

Tá umfarið skuldi byrja, gjørdist greitt, at tvey lið, EB/Streymur og B36, høvdu meldað avboð, uttan iva tí teir høvdu frætt um “Class of 92”. Lagið á monnum var í topp, tí uttan at hava leikt eitt sekund, høvdu okur sett 2×3 ókeypis stig á konto, og hetta var ein frálík byrjan upp á kappingarárið.
Fyrsti dysturin var móti B68, sum seinastu tvey árini hevur vunnið Oldboysdeildina. Byrjunarstøði var ein verjukend jólatræsuppstiling 3-2-1 og so skifta til álopskendan diamant 1-3-2. Snarljósið Mortan byrjaði í málinum og gandakallurin, Rene á bonkinum sum super-sub.

Dysturin var ikki meir enn bríkslaður í gongd so lá bólturin í TB meskunum. Meistarligt uppspæl frá heimaliðnum tók okkum totalt á bóli, men okur rystu kvøkkin av okkum beinavegin, og settu heimaliðið undir trýst, sum vardi nærum restina av dystinum. Tó gekk ikki væl við at fáa bóltin í netið, tí málmaðurin hjá B68 var ein sannur brandur. Hann fekk tó onki gjørt tá B68 leikari í villum panikki skuldi skjóta bóltin burtur, men rakti ein viðleikara í høvdið og so var sjálvmál og 1-1. Ikki vóru armarnir komnir niður aftur, so stóð 2-1 tá B68, við einum góðum skoti langt úti frá setti Mortan skákmát. Einar fekk skjótt eftir hetta aftur javnvág í dystin, tá hann hegnisliga setti bóltin í netið til 2-2, eftir eitt satt tiki-taka álop við minst 35 avleveringum. 2-2 eftir fyrstu 15 intensu minuttunum

Jón Tórur fekk tíverri eina fiburspreinging beinanvegin í seinna hálvleiki, og tí mátti super-sub Rene á banan. Rene var sum verða mann sera ónøgdur við at byrja á bonkinum og tí var hann sum eitt óløgi tá hann slapp á vøllin. Sum ein annar Usain Bolt var sumbingurin allastaðni á vølinum og heimaliðið var lamsligið. 72 sekund eftir hann kom á vøllin var yvirstaðið, enn ein fiburspreining. Rene við ringari fiburspreinging mátti út og Jón Tórur við mildari fiburspreing inn.

Er fyrsta skriðan lopin, er næsta væntandi og tíverri var Vagnur so óheppin, at hann meiddi sær knæið, so hann mátti av vøllinum, og við sjúkrabili á landssjúkrahúsið. Posin mátti nú rystast heilt av nýggjum. Rene bleiv settur í málið og Mortan útleikari. Teitur helt at frægast var leggja seg aftur at verja javnleikin í hús, men hetta vildi liðformaðurin, Jens Rói ikki hoyra talan um. Okur roydu eftir sigursmálinum og stutt áðrenn dystarlok eydnaðist Kai at seta fótin á, og við einum bananskotið, 3-2 til TB. Eisini fingu okur eitt brotsspark, sum Einar tó brendi tá B68 málverjin meistarliga bjargaði heilt úti við høgru stong. 3-2 til TB, 3 stig og harvið 9 stig áðrenn dystin móti NSÍ.

Dysturin móti NSÍ gjørdist strævin, tí teir høvdu eisini eitt gott lið við drúgvum royndum av ovastu rók, td. Helgi L. Petersen 52 mál og Sonni L Petersen 39 mál í bestu deildini.

Gandakallurin Rene mátti kasta handklæðið í ringin, og tí máttu okur lána ein toftaman at standa í mál. NSÍ vildi ikki ganga við til at B68 málverjin slapp í TB málið, og tí var tað ein útileikari hjá B68, sum var málmaður hjá okum hendan dystin.

NSÍ hevði bóltin mest og so royndu okur okum við snarálopum tá orkan var til tess. Ein verjuvilla førdi til, at NSÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum. Jón Tórur, sum nú hevði spælt við eini fiburspreining, fekk eina fiburspreingin afturat og gjørdist ti sera ómobilur. Hann luskaði tó runt har frammi og aftanfyri NSÍ verjuna. Við eitt gjørdist Einar varugur við at NSÍ verjan stóð høgt, og Jón Tórur gekk og humpaði langt aftanfyri verjuna. Offside reglar galda ikki í Oldboys, og tí sendi Einar eina Pirlo avlevering fram til Jón Tórur, sum annars stóð eini 20 m offside. Jón Tórur gjørdi skotfintu, driblifintu, kropsfintu so at málverjin, vespureiðurs Jonhard, gjørdist heilt konfus og datt á reyvina. Bóltin við vinstra yvir til høgra og so róliga í netið. Vespuverturin fekk ein ordiligan ein við flugusmekkarinum hjá tekniska wonderman av sandinum.

Beint áðrenn dystarlok, gjørdi NSÍ’ari eina stóra “tunnel” á Mortan, so mongu áskoðarnir nærum hildu at Eysturoyar tunnillin longu var opnaður.

1-1 millum TB og NSÍ og sostatt fingu okur 10 av 12 møguligum stigum hetta fyrsta umfarið, ein heilt góðkend byrjan.

Eftir dystin bjóðaðu vertirnir smyrjibreyð og øl, sum okur vilja siga hjartans takk fyri. Okur gleða okum til næsta umfarð. Túrurin suður var sum verða mann framúr 🙂

Vónandi er skaðin hjá Vagnur ikki álvarsamur, so hann skjótt er klárur aftur.

Captain