Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ongi mál við Stórá ídag

| 16/06/13

IMG_3724

Effodeildin: TB – B36 0-0

Tað var nógv, ið bendi á, at dysturin millum B36 og TB fór at enda við javnleiki. Fýra tey seinastu møtini millum liðini bæði eru eisini endað við javnleiki. B36 hevur 8 javnleikir og TB hevur 7 higartil í kappingini.

Hjá TB sat Teitur Justinussen uttanfyri við skaða, Eirikur Magnusarson loysti hann av á bakkinum. Ndende hevði eisini onkran snudd í fótinum, men hann bleiv pjøssaður so mikið væl saman, fyri at kunna fullføra dystin. Hans F. Hansen hevði eisini valt at seta Aron Sørensen í álopið fyri Ingason, tí Ingasonur hevur verið burturi frá hópinum so leingi í landsliðsørindum. B36 hevði álopsessini Gilla Sørensen og Lukasz Cieslewicz á bonkinum frá byrjan.

Leikaratunnilin varð tikin í nýtslu í dag fyri fyrstu ferð.

Leikaratunnilin varð tikin í nýtslu í dag fyri fyrstu ferð.

Árstalsfelagið byrjaði dystin betur. TBarirnir vóru ikki sterkir í markeringunum frá byrjan, og B36 spældi bóltin væl sinamillum. TB royndi seg aloftast við longum bóltum fram til Aron, men hesin leisturin var ikki ein gongd leið. TB misti eisini bóltin ofta, tí sendingarnar vóru sera óneyvar, og hesum kundi B36 gera sær dælt av. Hóast B36 var betur fyrstu løtuna, so var tað bert ta einu ferðina, at vandi var á ferð, tá Jákup á Borg hevði eitt gott skot, men sum heild var tað friðarligt framman fyri málunum. TB gjørdi nógv óneyðug og býttislig fríspørk, men tá deyðbóltssnillingurin, Súni Olsen ikki er at heita á, fer tað altíð at verða trupult at gagnýta støðuna.

IMG_3875

TB miðvøllurin kom betur fyri seg miðskeiðis í hálvleikinum, B36 misti eitt sindur av yvirvánni, og spælið bleiv sera hart og ótespiligt. Dómarin brúkti ov nógva orku við at geva leikarum átalur, og tá tað ikki var samanhangur í millum øll kortini, sum blivu útdeild, bleiv tað keðiligt at hyggja at. Tað vóru sera vandamiklar taklingar og nógvar sokallaðar stemplingar, og leikararnir brúktu nógva orku at skeldast og briksla hvør øðrum fyri líkt og ólíkt

B36 fekk vandamiklasta møguleikan í fyrra hálvleiki. Eirikur fær ikki sparkað burt, og B36 vinnur seg á baklinjuna, men Ivan gjørdu sína skyldu við nærmaru stong og vardi væl fyri. Hjá TB mundi Aron fingið ein fríleypara, men hann var so óheppin og fløtkti føturnar í B36-leikaran, so tað endaði við frísparki. Eirikur hevði eisini eina roynd, eftir at Nicky hevði lagt bóltin av uttan fyri 16 meturin, men skotið var ov veikt og Tórður Thomsen hevði als ongar trupuleikar av hesum.

Tað er sum so ikki nógv at skriva um. Tá hálvleikur var, var støðan 0-0, og hjálparfólkini hjá TB noyddust at fylgja dómara og linjuverja av vøllinum, tí viðhaldsfólkini vóru alt annað enn nøgd við avrik teirra.

TB byrjaði betur eftir steðgin og hevði onkrar vandastøður uttan fyri brotsteigin, men TB megnaði als ikki at órógva ella nerva B36 málverjan.

Óli hevði gott tak á Lawal, og Mikkjal Thomasen handlaði við, at seta Gilla og Lukasz inn, tá 20 minuttir vóru farnir. Hetta setti eitt sindur av ferð í álposspælið hjá B36. Gilli kom í onkrar góðar støður, men tað seinasta væntaði í. Lukasz brúkti meginpartin av tíðini til, at liggja á svørðinum og at vena og eymka seg, og eisini at veipa við ørmunum. B36 fekk ein hálvan møgileika í seinna hálvleiki, tað var ein bóltur ið fór inn um verjuna, men Ivan var árvakin, og í tveimum umførum taklaði hann bóltin av vanda leið.

IMG_4078

Tað var harðligt spæl, ið setti sín dám á dystin. TB kendi seg oftani fyri órætti og vanbýti, og orkan bleiv í ov stóran mun vend móti dómarunum, heldur enn at royna at fáa nøkur skot á mál. Sum tíðin leið, tóktist tað, at liðini vóru nøgd við tað eina stigið, og hvørgin teirra satsaði nakað seinastu løtuna. Ingasonur kom inn fyri Ragnar Tausen, hann royndi var verða lívligur og TB fekk eitt lítið yvirtak eftir hetta, men spælið var ov illa skipað, til at TB kundi fáa nakrar møguleikar.

Tann einasta ferðin, har vandi var á ferð, var tá Dan trekkir inn í vøllin, men skotið hjá honum fer við síðuna av. Onki av áhuga hendi eftir hetta.

Tað byrjaði sum tað endaði, 0-0 í einum dysti har hvørgin hevði uppiborið at vunnið í einum illa leiktum og rótuttum dysti.

Næsta vikuskiftið skal TB spæla móti AB á Argjum, hetta verður uttan Babacar, sum tíðanverri er leikbannaður.

M.E.

Dagsins leikari

Atkvøðast kann um dagsins leikara úti í høgra bredda.

Myndir

Fleiri myndir frá dystinum síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Viðmerkingar