Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Onki stig heiman av Sandi

| 19/05/13

1. deild: B71 2-0 TB

TB venjarin, Hans F. Hansen, sigur stutt um dystin:

Hevði dysturin verði leiktur t.d. ímillum ÍF og Víking, so hevði hann blivi fluttur til ein annað dag vegna veður. Men nú vóru vit komnir til Sands við Thorshavn og dómara trio komin úr Eysturoy, so har var einki annað enn at spæla dystin.

1. hálvleikur hevði einki at bjóða uppá uttan eitt skot frá Einar, sum fór beint omanfyri.

Í 2. hálvleiki royndu vit at spæla, hóast tað var so at siga ómøguligt, tí tað var so nógvur vindur.

Teir fingu 2 mál slag í slag, so tað bleiv trupult hjá okkum at koma inn aftur í dystin.

Men áðrenn teir skoraðu, høvdu vit ein risa møguleika at leggja okkum á odda, har Hanus trekti fram við okkara vinstru síðu og legði hann væl innfyri til ein púra frían Benjamin, sum ikki kláraði at seta bóltin í máli.

Vit royndu at pressa á restina av dystinum, men tað var trupult, tí tað var so nógvur kastivindur allan dystin á tamb. Vit kláraðu ikki at útnytta okkara møguleikar, og teir klára at straffa okkum, so tað var nokk uppborið at teir vinna dystin.

Chris fekk eitt beinleiðis klárt reytt kort ímóti dystarenda, fyri at hevna seg.