Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ósigur á Argjum

| 23/06/13

Effodeildin: AB 2-1 TBeffodeildin

Fótbóltslíkindini vóru av teimum bestu, tá TB skuldi út á Argir at spæla ein lykladyst í botninum. Vann TB, so var fjarstøðan til 07 Vestur og AB longd, men við einum sigri kundi AB ota seg nærri at hinum liðunum.

Líkindini til fótbólt vóru av teimum bestu, og eg vildi mett, at tað vóru einir 100 bjørtskygd TB-viðhaldsfólk komin fyri at hyggja og heppa á TB.

TB byrjaði dystin betur. Alt spælið teir fyrst 10 min. var á hálvuni hjá AB. Miðvøllurin hjá TB vann allar returbóltanir, men samanspælið haltaði nakað. TB mundi skorað tá eini  8 min. vóru leiktir. Gott gjøgnumbrot úr vinstra borðið endar við, at Eirikur leggur bóltin flatt inn til Ingason, sum miðskeiðis í 16 metrinum langar bóltin yvir mál. TB fær ein rættuliga stóran málmøguleika løtu seinni. Hvussu Nicky megnaði at skalla bóltin á málverjan, tá hann var staddur á sjálvari mállinjuni er heimasíðuni ein sonn gáta, men tað var júst tað hann gjørdi. Beint eftir hetta mundi AB skorað, tá Ivan ikki megnar at halda einum frísparksinnleggi, men skotið fer væl omanfyri málið. Hetta skuldi vísa seg, at verða eitt eyðkennistekin fyri allan dystin. Tað var faktist alt TB-liðið, ið veitti AB góðan stuðul til undirgangin ídag. Miðvøllurin kom als ikki til sættis, hetta komst ikki av, at ABarirnir trýstu okkum tað stóra, men tað tóktist sum at móttøkur, taklingar og øll miðsavningin sum heild var út av lagi ring. Av tí sama, so byrjaði verjan at spæla langar bóltar fram, men tað gevur sjáldan úrslit at leypa miðvøllin um.

IMG_4245

AB kundi við hepni komið á odda miðskeiðis í hálvleikinum, hetta var eisini eftir kleyvarskap frá TB, men vinkulin bleiv ov spískur, og Ivan bjargaði skotinum. Leiðslumálið hjá AB kom nakað seinni. TB vinna bóltin í trunkaspæli uttan fyri brotsteigin, og væntandi samskifti og ábyrgd um hvør skal rudda burt, endar við at ein TBari kennir seg noyddan at gera eitt professionelt fríspark í einari sera vandamiklari støðu. Dion Splidt leggur bóltin sera hegnisliga í málhornið, Ivan hevði ongan møguleika, og rómurin á argjafrensum var stórur. 1-0 til AB.

Um leiðslumálið hjá AB ikki var nóg ringt, so fekk Ingason ein snudd beint áðrenn hálvleik. Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri. TB hevði yvirvág, men nú virkaði AB-manningin alt meiri tendrað. Teir høvdu onkrar vandasóknir, men skotini hjá teimum vóru ikki nóg góð. Ingasonur noyddist at lata seg útskifta, og Aron Sørensen kom í hansara stað. Hetta setti eitt sindur av futti í TB ta einu løtuna. Aron var lykilin til útjavnandi málið. Ragnar Tausen tekur hegnisliga og skallar bóltin til ein púra leysan Aron sum strýkur avstað, Leivur Joensen hjá AB strekkir seg í hvørjari lykkju, men hann fær bert sparkað í hælsinuna hjá Aron, og fekk síðani reyða kort frá Lars Muller, tí Aron var púra leysur. Nú kom rómur í TB-fjøldina, og hon bleiv ikki minni, tá Babacar knallaði frísparkið í kassan. Málið hjá honum var meinlíkt tí hjá Splidt.

IMG_4386

Nú tók TB-bonkurin og satsaði. Miðvøllurin hevði als ikki fungerað, og Hans F Hansen valdi at seta Babacar í álopið og spæla við einari hálvgun trýmansverju. Hetta hepnaðist als ikki. TBarirnir vóru yvirtendraðir eftir málið, og spælið bleiv enn meira febrilskt og tómrúmini á vøllinum vóru ikki gagnýtt. Satt at siga, var AB vandameira liðið, hetta komst fyrst og fremst av skøtisleysum TB-spælið. AB hevði ein frálíkan skallara á stongina móti dystarenda. Mønustingurin kom tá Morten Overgaard í seinasta sekundi skallaði eitt horna í málið. 2-1 til AB.

IMG_4605

 

Tað var sera hugstoytt at verða vitni til dystin ídag. Tað er okkum øllum greitt, at TB er eitt gott fótbóltslið. Nú fara okur at finna rætta andan fram aftur, og so lata okur EB/Streym bløða fyri tað á jóansøku.

Einaferð TB, altíð TB!

M.E.

Myndir

Nakrar myndir frá dystinum kunnu síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Dagsins leikari

Atkvøðast kann fyri dagsins leikara í høgra bredda.