Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ósigur í seinasta dystinum í 1.deild

Ósigur í seinasta dystinum í 1.deild

| 06/10/13

1. deild: TB 0-4 B36

Leygardagin 5. oktobur leikti næstbesta liðið hjá TB sín seinasta dyst í 1.deild fyri ári 2013. 

Heimaliðið var hendan dagin illa mannað og nevnast kann, at fyri tríggjar, ið byrjaðu inni, var hatta samstundis fyrsti dystur í deildini í ár. Ein av hesum trimum, var aldursforsetin og 47 ára gamli Eyðun Svalbard, sum byrjaði inni á miðjuni.

Sjálvur dysturin var ikki so nógv at skriva heim um, sæð við TB brillum. B36 vann 4-0 og var tað fult uppiborið. B36 liðið var mannað við ungum og kvikum leikarum og tað gjørdist munurin, tá samanum kom.

Heimaliðið leikti seg fram til nakar málmøguleikar, men neyvleikin var ikki í hæddini hendan lýggja heystardagin, og tí endaði dysturin við einum 4-0 sigri til útiliðið.

Sostatt endaði annað liðið hjá TB á einum 9. plássi í 1.deild við 28 stigum.

Nevnast kann at heili 48 ymsir leikarar hava umboða TB í 1.deild í 2013.

 

Um tað endar við niðurflyting í 2. deild, finna vit út av, tá Effodeildin endar tann 26. oktobur.