Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ósigur móti einum topliðið

| 08/06/13

1. deild: TB 2-5 B68

TB hevði vitjan ørðum av oddaliðnum, B68 í dag, og tað vísti seg eisini til at blíva ein trupul dystur.

Hóast B68 er annað av liðnum sum er langt  á odda í 1. deild, so var tað heimaliðið, ið legði betur fyri. Onki spurdist tó burturúr, og so við og við, komu gestirnir meira við, og tóku so líðandi yvir, sum hálvleikurin rann.

Áðrenn hálvleik megnaðu toftamenn eisini at skora tvær ferðir, men tað kunnu vit einamest takka okkum sjálvum fyri. Verjan kom at standa ov aftarliga, og náddi ikki út, tá ein toftamaður snarar bóltinum, í einum bleytum boga, út í málhornið. Hetta hendi, tá 15 minuttir vóru spældir.

TB vildu nú royna at pressa longur frammi á vøllinum, men hetta eydnaðist ikki serliga væl, tá avstandurin millum keturnar var alt ov stórur.

Eftir 20 minuttum var longu mál aftur til gestitnir, tá eitt langt spark frá B68 verjuni verður jakstrað av okkara miðverjum og einum B68 áloypara. Predrag kom næstan út á miðjuna, fyri at verja fyri, og velur at avlevera til Eirik, heldur enn at gúppa langt burtur. Eirikur var undir trýsti, og misti bóltin, og so var lag á manni hjá toftamanninum, at skora frá 30 metra fjarstøðu, í opið mál.

Løtuna eftir seinna leiðslumálið, pressaðu teir okkum langt aftur, og vit fingu illa nokk tríggjar avleveringar til at ganga millum okkum.

Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki mentu vit okkum tó somikið, at eitt ávíst trýst bleiv lagt á gestirnir. Um eydnan var við Einari og Hjalta, so kundi TB hava minkað um munin. Báðir fingu teir gyltar møguleikar, men í báðum førum bleiv bjargað væl av B68 málverjanum.

Fleiri mál komu sostatt ikki í fyrra hálvleiki.

Uppsangurin, sum Hans Fróði má hava givið leikarum sínum í steðginum, vísti seg til at virka framúr væl, tí menn vóru nógv grammari og tóktust renna meira og skjótari.

Tað spurdust fleiri hálvir møguleikar burturúr, áðrenn Ragnar T. fekk minkað um munin. Og tað var ikki minni, enn TB hevði uppiborið.

Lítla løtu seinni høvdu Teitur J og Ragnar T. aftur nakrir stórir møguleikar, men inn vildi bólturin barasta ikki. B68 vóru hart pressaðir hesa løtuna, og eitt mál lá líkasum í luftini.

Eftir 26 minuttum eydnaðist loksins, og uppleggið átti Ragnar T., sum veruliga gekk undan har frammi. Ragnar slapp leysur av verjuní, úti í høgru síðu, og tá málverjin kemur út, spælur hann uppá tvørs, til Hjalta, sum lættliga setur bóltin í netið. Nú var javnt aftur, og trýstið helt fram.

Gleðin skuldi tó vísa seg til at blíva stokkut, tí fýra minuttir seinni fingu B68 brotspark, sum teir gagnýttu, og tá fór luftin úr ballónini. Tá umleið fimm minuttir írestaðu, royndi TB aftur at leggja gestirnir undir trýst, men í staðin fyri ein góðan enda, við einum javnandi máli, fingu vit lorka tað burtur, vð enn einum ræðuligum feili, sum bleiv gagnýttur við deyðiligum neyvleika.
Í yvirtíðini fingu toftamenn enn eitt mál, og tað var ikki ov pent at hyggja uppá heldur.

Samanum tikið, so var hetta ein dystur, har vit koma afturút, vegna býttar feilir. Vit kempa okkum síðani flott aftur í dystin, fyri síðani at geva tvey mál afturat burtur, við býttum feilum.

Vóru feilirnir elimineraðir, og vit megnaðu betur at gagnýta okkara stóru møguleikar, so vunnu vit á oddaliðnum.

NP