Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Oyggjauppgerð ónsdagin

Oyggjauppgerð ónsdagin

| 09/04/19

Í morgin, ónsdagin 10. apríl, verður fyrsti dystur hjá okum í steypakappingini. Lutakastið hjá FSF vildi tað soleiðis, at tað verður talan um eina uppgerð ímillum TB og FC Suðuroy, ið saman við Royn í fjør vóru í samstarvið í vaksnamannafótbóltinum.

FC Suðuroy byrjaði sítt kappingarár í 2. deild í vikuskiftinum, tá FC Hoyvík var á vitjan í Vági – vágbingar taptu 2-1.

Okur hava hinvegin tryggja okum sjey stig eftir fýra umfør í Betri Deildini og Stefan er saman við øðrum leikarum toppskjútti við trimum málum.

Sum heild má sigast, at tað eru tvey lið við ungum leikarum, ið møtast. FC Suðuroy hevur ein miðalaldur í hópinum á 22 ár og tann hjá TB er á 23 ár. Elsti leikararnir eru ávikavist 35 og 36 ár.

Av teimum í alt 16 leikarunum, sum FC Suðuroy hevur havt á dómaraseðili eru seks teirra 18 ár ella yngri. Hjá okum eru tað fimm leikarar av í alt 20, sum hava staðið á dómaraseðlinum.

Hjá okum hava fimm leikarar leikt fulla tíð higartil í Betri Deildin: Ndende, Ingason, Leo Wøldike, Budakovic og Godtfred. Umframt Stefan sum hevur gjørt trý mál hava Poul Ingason og Ivan Ivanovic gjørt eitt hvør.

Dysturin verður bríkslaður í gongd við Stórá ónskvøldið klokkan 18:00.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing