Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Páll verður við næsta ár

Páll verður við næsta ár

| On 21, Oct 2013

Páll Hagbert Guðlaugsson, sum traðkaði til sum venjari 14. august eftir at Hans Fróði Hansen varð koyrdur og Bill McLeod Jacobsen hevði staðið við stýrisvølin eina tíð, hevur nú avdúkað at hann verður venjari komandi kappingarár. Hetta varð avdúkað í prátið við Trónd Arge á Rás 2 eftir HB dystin.

Sostatt er venjara spurningurin fyri komandi ár loystur, tá liðið skjótast gjørligt skal upp í bestu deildina aftur, har vit greitt hoyra heima.

Páll hevur sum nevnt staðið á odda fyri liðnum síðani miðjum august mánaða og hevur tað eydnast honum at vinna okkum seks stig.

Viðmerkingar